- Eg eri motiveraður at halda fram sum fíggjarmálaráðharri í hesi stjórnini.
Tað sigur Jens Stoltenberg, sum er fíggjarmálaráðharri í verandi stjórin hjá Jonas Gahr Støre.
Stórtingval var í Noregi í gjár, og í dag tosaði fíggjarmálaráðharrin við tíðindafólk uttanfyri fíggjarmálaráðið.
- Tað er soleiðis í politikki, at tú skalt hava ævinleikan sum perspektiv, men vera fyrireikaður uppá, at ting kunnu henda við stuttari freist, sigur hann.
Jens Stoltenberg kom aftur til Arbeiðaraflokkin og inn í stjórnina hjá Jonas Gahr Støre sum fíggjarmálaráðharri í februar.
Tá hevði hann verið Nato-aðalskrivari í tíggju ár - tey seinnu árini í einari truplari tíð, har Russland leyp á grannalandið, Ukraina.
Jens Stoltenberg var eisini forsætisráðharri árini 2000–2001 og 2005–2013, og hann var formaður í Arbeiðaraflokkinum árini 2002–2014.