Botnstríðið í Sumba verður í kvøld

Fótbóltur: Grannauppgerðin í Sumba hevur stóran týdning fyri vánirnar at sleppa undan niðurflyting

Teir hava vant síðani síðst í januar, og teir hava spælt átta landskappingardystir, men enn hava teir einki stig fingið. Í kvøld fáa sumbingar síðsta møguleikan undan summarsteðginum. Landskappingardysturin móti grannunum úr Vági, sum sambært skránni skal spælast sunnudagin, er framskundaður til í kvøld (fríggjakvøld). Tað hevur við sær, at sumbingar hava frí á jóansøku, tá teir m. a. hava møguleika at hyggja at fótbóltsdystinum, sum sunnudagin verður millum TB og VB.

Sumbingar hava tapt fýra teir fyrstu heimadystirnar, og á útivølli hava teir eisini tapt fýra ferðir. Sunnudagin spældu teir síðstu løtuna bara við níggju monnum í Runavík, og tá høvdu teir onkran møguleika at javna og harvið fáa stig.

Móti VB eru Birgir Jørgensen og jugoslaviski spælarin Nikola leikbannaðir. Annars eru allir hinir, sum hava verið við hesar síðstu vikurnar, tøkir.

VB hevur verið fyri púra ongum. Tað tykist sum spælararnir hugsa ikki um annað enn at flyta bóltin til spælandi venjaran, ið hevur verið og vil vera við í tí mesta og harvið hevur lagt stórt trýst á seg sjálvan.

Dan Djurhuus, sum var leikbannaður móti B71, er tøkur aftur. Magni Mohr, sum síðsta vikuskifti var í 3. deild, verður ivaleyst á miðvøllinum. Hann lesur ítrótt í Keypmannahavn, har hann eisini er venjari hjá føroyska liðnum, og tískil er hann hampuliga væl fyri. Janus Kjærbo hevur ikki verið við, síðani hann var leikbannaður, og hann verður heldur ikki við í kvøld.