StÍF-VÍF 23-24 (9-12):
Við broyttu kappingarskipanini er spenningurin í botninum av stigatalvuni vorðin væl størri. Niðasta liðið í Sunset-kappingini skal eftir øllum at døma eina deild niður næsta vetur, og tí var talan um sanna botnuppgerð í Vestmanna. Vann VÍF dystin, so kundu tær taka eitt stórt fet frá niðurflytingarvandanum, meðan StÍF hinvegin kundi isolerast heilt, um tær ikki vunnu.
Og við knívinum á barkanum megnaði StÍF at bíta frá sær. Talan var um sera javnan dyst, men tá gestirnir seint í fyrra hálvleiki skræddu seg nakað burturfrá, var hetta avgerandi løtan í dystinum.
VÍF megnaði ongan tíð heilt at svara aftur – í øllum førum ikki, fyrr enn ov seint var. Tí hóast endaligi munurin bert gjørdist eitt mál, so fekk VÍF trý tey seinastu av sínum innan teir báðar seinastu minuttirnar. Og so var sigurin hjá StÍF ongan tíð veruliga í vanda.
Við sigrinum er stÍF nú ájavnt VÍF í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Og við Kyndli bara tvey stig omanfyri, er av álvara lagt upp til spennandi endasprt í botninum av talvuni.
Fakta um dystin
VÍF-StÍF 23-24 (9-12)
10 min: 4-5
20 min: 7-6
40 min: 12-17
50 min: 17-21
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 7(2), Fríða Marjunardóttir 5(1), Linda Johannesen 3, Liljan Djurhuus 2, Finngerð Jensen 2, Torgunn Johannesen 2, Rannvá á Rógvi, Heidi Joensen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Bára B. Danielsen 4, Signhild Petersen 3, Sólfríð Christiansen 2, Ninna K. Johansen 2, Jóhanna í Króki 1, Fríðrunn Danielsen 1, Ata Gregersen 1
Brotskøst: VÍF 4, StÍF 3
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen