Seinnapartin fær HB, sum stríðist fyri at fáa fatur á toppliðunum, vitjan av ÍF, sum er botnlið.
Mikukvøldið hevði ÍF vitjan av NSÍ. Tað endaði, sum tað varð roknað við, tí NSÍ fór úr Fuglafirði við 4-2 favorittsigri.
Hóast teir stóðu eftir við ongum, so vórðu fuglfirðingar ikki so ónøgdir við gongdina. Eftir at teir beinanvegin fingu mál ímóti sær, reistu teir seg og løgdu seg framum 2-1. Ta leiðsluna hildu teir, til tað restaði eitt korter. Tvey tey síðstu málini skoraði NSÍ heilt fram móti dystarenda.
-Sammett við undanfarnu ferðirnar var talan um framgongd bæði í hugburði og avrikið. Brekkan er tung, men vit hava ikki lagt kongin, og vit fara í Gundadal við ætlanini at vinna stig, sigur ÍF venjarin Hans Jørgen Djurhuus.
Hjá ÍF er David Langgaard leikbannaður, og Jóhan Petersen er skaddur. Tað er ivasamt, um Holgar Durhuus verður førur fyri at spæla ídag. Pól Jákup Lundsbjerg er tøkur aftur eftir leikbann.
Eftir at HB tvær tær seinastu ferðirnar hevur spælt javnt ímóti toppliðum – 1-1 ímóti bæði B36 og NSÍ – eru meistararnir í dag stórfavorittar á heimavølli.
Miðvallarin Brynjar Hlöðversson er tøkur aftur eftir leikbann, og Andreas Breimyr er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur tað mesta av árinum. Símun Samuelsen er framvegis darvaður av skaða í lærinum. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at eiga nakran lut á vøllinum seinnapartin.
HB og ÍF hava spælt tvær ferðir í Fuglafirði í ár. Fyrra dystin vann HB 2-0, og seinna dystin vann HB 5-1.