Ingolf S. Olsen
---
- Um hesi børnini fóru til Pisa-kanning, og úrslitið hevði víst, at tey lítið og onki dugdu, so hevði eg mótmælt.
Tað sigur Marin Sigvaldsdóttir, flokslærari og føroyskt-lærari í 9. flokki í Sørvágs Skúla.
Hon ivast stórliga í, um Pisa-úrslitið er rættvísandi.
- Árgangir kunnu sjálvsagt vera ymiskir, men tað skal vera løgið, um tað stendur so illa til í veruleikanum, sum kanningarúrslitið vísir. Ein frágreiðing kann vera mátin, kanningin verður gjørd upp á, sigur Marin Sigvaldsdóttir.
Øðrvísi roynd
Hon vísir á, at Pisa-kanningin er ein sonevnd multiple choice roynd, har hvør spurningur hevur fleiri svarmøguleikar, sum næmingurin so skal velja ímillum.
- Føroyskir næmingar eru ikki vanir við hatta slagið av royndum, og tað kann hava stóra ávirkan. Vit kunnu jú ikki vænta, at tú dugir at koyra bil fyri tað, um tú dugir væl at koyra skutara, sigur Marin Sigvaldsdóttir.
- Eg haldi, at nýggja royndin ”Lesifatan”, sum Mentamálaráðið er komið við, minnir meira um mátan, sum Pisa brúkar, sigur flokslærarin.
Hon ætlar ikki at kollvelta sína undirvísing orsaka av Pisa-úrslitinum.
- Vit leggja dent á onnur ting enn Pisa ger, og eg ætli mær at fylgja okkara námsætlan fyri 9. flokk. Í føroyskum merkir tað í høvuðsheitum fyrisøgn, mállæra og tekstgreining fimm tímar um vikuna, sigur Marin Sigvaldsdóttir.
Sørvágs Skúli telist millum teir smæstu framhaldsskúlarnar í landinum við bert einum flokki á hvørjum stigi í framhaldsdeildini.
Fyrimunir og vansar
Tað hevur bæði fyrimunir og vansar við sær, heldur flokslærarin í 9. flokki.
- Akkurát hesin 9. flokkurin, sum eg havi nú, er nokk so javnur fakliga, men annars tillaga vit undirvísingina eftir næmingatørvi eins og aðrir skúlar. Vit hava sjálvsagt ikki líka nógvir breytir sum teir stóru skúlarnir, men vit royna altíð at gera okkara besta at hava eitt fjølbroytt breytaútboð, sigur Marin Sigvaldsdóttir.
Hon heldur annars, at tað er skeivt at fokusera so nógv upp á 9. flokk, bara tí, at tað eru næmingar á hesum floksstigi, sum eru við í Pisa-kanningunum.
- Byrjunarundirvísingin er tann grundleggjandi undirvísingin, ið leggur botnin fyri alla eftirfylgjandi undirvísing. Tað er í fyrsta flokki, at børnini læra at lesa, so har skal eitt stórt arbeiði gerast av lærarum, sum tíma sítt arbeiði. Tí undrar tað meg, at lærararnir í fyrsta flokki onga fyrireikingartíð hava, meðan vit lærarar í framhaldsdeildini hava tað. Tíbetur fáa fyrsta floks-lærarnir eisini fyrireikingartíð frá næsta skúlaári, sigur Marin Sigvaldsdóttir.
Tað eru serliga lesiførleikarnir, ið eru í brennideplinum í sambandi við føroysku Pisa-kanningina, men næmingarnir í 9. flokki í Sørvági kenna seg ikki aftur í vánaliga úrslitinum. Tey flestu siga seg lesa javnan av egnum huga og halda eisini, at úrvalið av føroyskum bókum er hampuliga gott.
Marin og flokkurin:
- Um hesin børnini fóru til Pisa-kanning, og úrslitið vísti, at tey onki dugdu, so hevði eg mótmælt, sigur Marin Sigvaldsdóttir, flokslærari hjá 9. flokki í Sørvágs Skúla.
Hilmar:
– Stílarnir vóru lættari upp á tann gamla mátan, men vit læra meira nú, tá vit gera meira burtur úr greining, sigur Hilmar Gudmundsen um broyttu undirvísingina og próvroyndirnar í føroyskum framhaldsdeildini. Hilmar ætlar sær til skips eftir loknan 9. flokk at vita, um sjólívið er nakað fyri hann. Er tað tað, væntar hann at fara at lesa til skipsførara.
Birna:
- Eg lesi nógv, bæði føroyskt og enskt. Mær dámar upp á ein máta betri at lesa enskt, tí enskt er meira fjølbroytt enn føroyskt, sigur Birna Joensen, ið eftir 9. flokk ætlar sær eitt ár til Írlands sum skiftisnæmingur fyri at blíva enn betri til enskt.
Katrina:
- Eg kundi væl hugsað mær eina útbúgving sum tíðindafólk, í øllum førum vænti eg at skula útbúgva meg í Danmark, og tí fari eg á eftirskúla í Vejle eftir 9. flokk fyri at læra meg danska málið betri, sigur Katrina Davidsen.
Teitur:
Teitur Anderson er ósamdur við restina av floksfeløgunum í 9. flokki í Sørvágs Skúla um, at føroysku lærubøkurnar eru góðar. – Dankar lærubøkur eru nógv lættari at skilja enn føroyskar, sigur hann.
Rannvá:
Rannvá Skaalum Petersen ivast eitt sindur í, um hon skal taka 10. flokk, áðrenn hon fer í holtur við studentsprógvið, men annar er hon als ikki í iva um sínar framtíðarætlanir. – Eg fari at lesa jura, sigur hon.