Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur seg vera sannførdan um, at ES fer at umhugsa boykottið móti Føroyum av nýggjum, tá Maria Damanaki fær svarið frá landsstýrinum.
- Eg trúgvi einki uppá, at tað verður talan um nakað boykott, men at partarnir í staðin seta seg aftur til samráðingarborðið, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum metir Føroyar hava góð argument í svarinum til Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser hjá ES.
- Vit vilja hava eitt meira rættvíst býti av norðhavssildini. Eitt býti, ið byggir á biologiska veruleikan, sigur Jacob Vestergaard og vísir til kanningar og frágreiðingar hjá ICES síðstu árini.
Í svarinum ger landsstýrið greitt, at sambært fólkarættarligum reglum skulu tjóðir leggja seg eftir at loysa ósemjur sínámillum á ein friðarligan hátt. Og tað hevur ES ikki gjørt, sambært landsstýrinum. Eisini vísir landsstýrið til havrættarsáttmálan hjá ST, sum sigur at í ávísum førum kunnu lond krevja, at ein ósemja verður løgd til eina serliga semingsnevnd.
- Eg meti okkum hava somikið góð argument, at hóttanin um boykot má takast aftur, sigur Jacob Vestergaard sannførdur.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum her: