Nógvir føroyskir bólkar og tónleikarar hava spælt til árliga Spot Festivalin í Danmark, sum er eitt tiltak fyri bólkar, ið eru á veg fram. Nú kunnger festivalurin, at føroysku Boys In A Band skulu spæla á festivalinum í ár. Spot Festivalurin verður hildin í Århus í døgunum frá 5. til 7. juni.