BP gevst og hvat so!

Oddagrein:

Tað kemur neyvan sum nakað sjokk, at bretski oljurisin, BP, sum hevur virkað í Føroyum í góð 10 ár, nú pakkar saman og rýmir. Hetta hevur líkasum ligið í luftini, síðani BP ikki hevði eydnuna við sær, tá tað boraði Williambrunnin. Eftir fyrsta vónbrotið við einum turrum Svínoyar brunni kom enn ein turrur brunnur, William, illa við hjá BP, tó at slíkt ikki er ókent í hesi verð. Undan boringini av Svínoy, niðri í ”Gullhorninum” vóru oddafólk hjá BP sera bjartskygd. Hetta bjartskygni kundi eisini síggjast aftur í tí umsókn, sum BP lat føroyskum myndugleikum í sambandi við 1. útbjóðingina í 2000. Tá gekk BP alvorliga á odda og beyð seg fram at bora tríggjar brunnar og fekk tí eisini tað økið, sum jarðfrøðingarnir tá mettu sum tað mest lovandi. Havandi í huga bæði fundini hjá BP hinumegin markið, Foinaven og Schiehallion varð nógv tosað um ”mirror image” møguleikan, at jarðfrøðiligu umstøðurnar báðumegin markið vóru tær somu. Hetta skuldi seinni vísa seg ikki at vera so. Men BP fólkini sóu nakað heilt stórt í hesum møguleikanum, ja so stórt, at um somu tíð var enn ein leitibrunnur, Assint, boraður bretsku megin markið tætt við Svínoy. Stórar ætlanir lógu í kortunum. Mett var at bæði Svínoy og Assint fóru at vera fund, og tí lá á tekniborðinum ein skjót útbyggingarætlan báðumegin markið.

Men sum so oftani í oljuverðini, so gekk kabalan ikki heilt upp. Brunnarnir vórðu turrrir. Nú stóð BP við tveimum commitmentbrunnum í einum øki, har alt vísti seg at ganga galið. Hetta var byrjanin til samráðingar við myndugleikarnar, sum endaðu við, at tveir brunnar gjørdust til ein brunn á basaltinum. Tá so hesin eisini var turrur man ovasta leiðslan í BP vera komin til ta niðurstøðu, at 10 ár í Føroyum við eini íløgu uppá 1 til 2 mia. kr. var nokk – í hvussu er fyri hesaferð. Og í Sosialinum í gjár kundi so føroyski BP stjórin gera greitt, at BP hevði gjørt av at gevast í Føroyum.

Hetta er sjálvandi stórt spell, tí BP var lokomotivið í leitingini frá byrjan. Ein missur fyri oljuleitingina, at hesin risin ikki er við longur. Tá tað er sagt, so eiga vit kortini ikki at gloyma, at tað framvegis eru fleiri oljufeløg, sum trúgva uppá, at tað finst eitt oljuríkidømi í føroysku undirgrundini. Lat okkum tí brúka okkara orku uppá tey og visa teirra arbeiði og ætlanum áhuga og ans. Og vit hava ikki orsøk til at vera vónsvikin, tí longu í summar fara oljufeløg við italska oljurisanum ENI á odda undir enn eina boring – ja at feløg vilja gera eina íløgu uppá eina góða hálva milliard krónur á føroyska landgrunninum eiga vit at taka sum nakað positivt í eini tíð, har annars nógv myrk skýggj eru. Og ikki nóg mikið við tí. Soleiðis sum vit duga at lesa oljufeløgini av, so kunnu vit vænta enn ein brunn í 2010 og ein í 2011. Hesir koma at skapa fitt av virksemi her heima eisini, og tað kemur væl við. Vit krossa fingrar fyri ENI og hinum og ynskja góða eydnu. Og fer Chevron at bora næsta ár og StatoilHydro í 2011, so kunnu vit bara siga – gott í tykkum eisini.