Kanningar hjá einum serfrøðingabólki vísa, at tær fyrstu vikurnar var oljulekin hjá BP í Meksikoflógvanum minst 12 ferðir størri, enn oljufelagið og myndugleikarnir hildu. Serfrøðingarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at ta fyrstu tíðina fóru 62.000 tunnur av olju út í havið um samdøgrið, tá lekin var upp á tað mesta. Tá tað loksins eydnaðist at tetta lekan tann 15. juli, fóru 53.000 tunnur út í havið um samdøgrið.
Amerikanskir fjølmiðlar skriva, at BP kann fáa 1.100 dollarar í bót fyri hvørja tunnu av olju, sum ikki verður tikin uppaftur.
Verður felagið harafturat dømt fyri ósketni í sambandi við vanlukkuna, kann bótin blíva 4.300 dollarar fryri tunnuna ella tilsamans 17,6 milliardir dollarar.