Fleiri gestir koma framvið Føroyum og í Vágsbotni leggja nakrir av teimum at. Hesir gestirnir koma sjóvegis og teir flestu av teimum langvegis frá. Gypsies of the Ocean verða slíkir kallaðir, sum ferðast á havinum frá landi til land yvir lang tíðarskeið. Fleiri eru á víðari norðureftir til Íslands. Tað verður sagt, at tað tekur einum eitt ár á havinum at gerast ein sjófjakkari.
Purcell-parið
Issis hevur siglt í meiri enn 2 ár. Hon legði frá landi í Svøríki við seglbáti og kom til Noregs. Har arbeiddi hon í eitt ár, síðan fór hon víðari til Shetlands og steðgaði har somuleiðis í eitt ár. Her fekk hon arbeiði í bygdini Skeld á eini virki, sum roykti laks. Hetta var ein sera lítil bygd, við ongum handli, sigur Issis frá. Og tað var her, at hon hitti amerikumannin Jesse Purcell, sum var komin higar við lítlum øðrum viðføri enn súkklu síni. - Eg komi upprunaliga frá eini slíkari bygd har eingin handil er, fortelur Jesse, ið situr á dekkinum og spælir uppá sína banjo. Hetta instrumentið passar væl til ein rættan amerikanskan hill-billy, og eisini til statin New York. Her er sannur summardámur, her við bryggjuna í Vágsbotni. Meðan banjo-spælið koyrir við seglbátin Issis hoyrist sekkjapípuspæl longri úti á bryggjuna<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$. Seinni fái eg at vita, at hetta er írskur sekkjapíputónleikur.
Brúdleypið
Men Issis og Jesse blivu góð í Shetlandi og síðsta fríggjadag vórðu tey bæði<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ vígd kona og maður av Tórshavnar borgarstjóra, Heðini Mortensen. Vakra brúðarparið hugnaði sær á stóra degnum. Undan og eftir sjálvari vígsluni á býarskrivstovuni spældi írin Eugene Lambe sekkjapípuspæl og setti eini meiri hátíðarligan dám á løtuna. Eftir vígsluna, og eftir at Sosialurin hevði tikið myndir av teimum, fóru tey út at fáa sær ein fínan bita. Longri fylgdi Sosialurin teimum ikki. At giftast í einum frammandum landi mann kennast serligt og hevur hetta uttan iva verið ein ógloymandi løta fyri parið.
HM fylgja slíkir sjófararar ikki við. Tá eg práti við tey hava tey onga hóming av hvussu tað hevur gingist USA og Svøríki. Eg vóni at allir enda sum vinnarar, skemtar Issis. Tá tey fáa tíðindinum um at hvørgan USA ella Svøríki eru komin longri enn til fjórðingsfinalurnar,<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ latast tey ikki um vón HM er fyri teimum ein fjart hugtak.