Brúgvin um Sandá

Jógvan Arge
býráðslimur í Havn
----------

Sjálvsagt skal gott ferðasamband verða millum Havnina og Argir. Tað hevur frá fyrsta degi verið fortreyt fyri livilíkindum á Argjum og verður tað ikki minni í framtíðini.

Tí er eisini farið undir ringvegin á Argjum, nevndur Glyvursvegurin, sum er syðsti endi á ringvegnum, ið byrjar á Eystaru bryggju í Havn. Hesin ringvegur er vegurin úti við Strond, Eystari Ringvegur, Norðari Ringvegur og síðani Marknagilsvegur, ið gongur í Velbastaðvegin.

Ætlanin var altíð, at Marknagilsvegurin skuldi halda fram út á Argir og niðan á Argjahamar, sum er eitt øki í stórari menning við stovnum, skúlum og ikki um at tala bústøðum undir Kongavarða.

Samband millum Marknagilsvegin og Glyvursvegin krevur, at brúgv verður gjørd um Sandá og sjálvsagt eisini vegastubbarnir til hana, hvussu langir teir so verða. Málið hevur ofta verið uppi og vent, men tann fyrsta og higartil besta royndin køvdnaði í onkrum mistaki fyri fleiri árum síðani og helst eisini vantandi umstøðum.

Fyri fimm árum síðani varð so samtykt at gera ringvegapartin argjamegin, sum røkkur frá Reynsgøtu niðan á Argjahamar. Hann er liðugur og er at líkna við eina autostradu av teimum frægu. Kostnaðurin bleiv hareftir, men nú er hann so har.

Brúgvaloysnin er alneyðug. Tað hava argjamenn sannað í næstan 200 ár og hava bygt ikki færri enn tríggjar brýr um ánna. Spurningurin nú er bara, hvar tú leggur teg í arkitektoniskum og verkfrøðingaligum hugflogi og í kostnaði. Fyrra treytin til brúnna er, at hon í eitt drúgvt áramál kann svølgja ferðsluni, sum hon er ætlað til, og onnur, at hon er eitt umhvørvisliga skilagóð byggiverk

Sum málið hevur verið borið fram í miðlunum hesar seinastu dagarnar, so tykist ógreitt, hvat ætlanin er við kostnaði - viðhvørt er brúgvin dýr, viðhvørt er hon ódýr - og summar myndir sýna eina rættiliga framsókna loysn, sum óivað kostar ikki sørt.

Sum fyrrverandi limur í bygginevndini fyri brúnna um Sandá havi eg tí hug til at viðmerkja, at tann seinasta niðurstøðan, sum nevndin kom til í mínari tíð, var, at eitt uppskot frá donskum arkitektum, sum lá á borðinum, var ov kostnaðarmikið, tí tað flottaði sær í so nógv.

Settur varð spurningurin, um tað kundi fáast einar 20 mió krónur niður, og annars varð eisini samtykt at seta seg í samband við aðrar brúgvakønar at vita, um teir vóru menn fyri at koma við uppskoti um eina betri, dyggari og ódýrari loysn.

Sum eg havi skilt er hetta sambandið komið í lag, og har liggur málið í løtuni.

At brúgvin kemur, er lítil ivi um. Nokkso fitt av peningi er eisini settur av til hennara í langtíðaríløgum fyri 1911 og 1912. Hvat kostnaðurin verður, vita vit av góðum grundum ikki enn, men hugmyndin er so avgjørt at seta skjøtul á hana í hesum skeiðnum.

---