Brúkaraprístalið hækkað 1,3 prosent

Hóast prístalið seinasta árið er hækkað 1,3 prosent, lækkaði brúkaraprístalið síðsta ársfjórðingin í fjør 0,2 prosent, frá 106,7 til 106,5. Minkingin stavar serliga frá lægri brenniolju- og bensinprísum

Seinasta árið er brúkaraprístalið hækkað 1,3 prosent. Oljuprísir toga brúkaraprístalið niðureftir seinasta ársfjórðingin, upplýsir Hagstova Føroya.
Frá 3. ársfjórðingi til 4. ársfjórðing 2006 lækkaði brúkaraprístalið 0,2 prosent, frá 106,7 til 106,5. Prísurin á brenniolju til húsarhald fór 8,5 prosent niður, og prísirnir á brennievni til akfør fóru 9,7 prosent niður.
Prísirnir á matvørum eru lækkaðir 0,2 prosent seinasta ársfjórðingin, tað eru serliga prísirnir á grønmeti, sum eru farnir niður.
Meðan lægri brennioljuprísurin hevur minkað býlisútreiðslurnar, so er øvut við rentuni og húsaleiguni. Rentan á íbúðalánum er hækkað 5,6 prosent, meðan húsaleigan er farin 7,8 prosent upp. Klædnaprísirnir eru eisini farnir upp seinasta ársfjórðingin.

Matur, tubbak og húsaleiga
Frá 4. ársfjórðingi 2005 til 4. ársfjórðing 2006 hækkaði brúkaraprístalið 1,3 prosent. Mestu ávirkanina hava matvøruprísirnir, sum vóru 2,7 prosent hægri enn fyri einum ári síðani. Prísirnir á tubbaksvørum eru hækkaðir 11,3 prosent. Prísvøksturin á mat- og tubbaksvørur eiga umleið tveir triðingar av vøkstrinum í brúkaraprístalinum seinasta árið.
Húsaleigan er farin 20,3 prosent upp síðan 4. ársfjórðing í 2005. Í brúkaraprístalinum er prísgongdin á húsaleigu ásett eftir gongdini í sethúsaprísunum við hálvt árs seinking.
Aðrir vøru- og tænastubólkar, sum hava ávirkað brúkaraprístalið uppeftir seinasta árið eru akfarskeyp og hotelltænastur.
Prísvøksturin seinasta árið er tálmaður mest av, at prísirnir á móttøku-, upptøku- og endurgevingartólum eru farnir 7,4 prosent niður, og at brennioljuprísurin er 3,1 prosent lægri.
Eisini lægri renta og bíligari klæði hava minkað um vøksturin í brúkaraprístalinum, sigur Hagstovan á heimasíðuni hjá stovninum.