Brúkarasamtakið rættir sína hond til brúkaran

Hvørt ár keypir føroyski brúkarin vørur og tænastur fyri nærum 10 milliardir krónur.
Her er talan um dagligvørur, samskiftistænastur, hús, bilar, tryggingar og annað. Hesar verða keyptar frá útbjóðarum, sum ofta eru skipaðir nógvar ferðir betri enn vanligi einstaki brúkarin. Út frá hesum kann tí staðfestast, at partarnir á marknaðinum virka ikki á jøvnum føti.
Trupulleikin í Føroyum er, at vit hava ongan skipaðan brúkarapolitikk sum grannalond okkara og onnur framkomin lond. Eftir hesum brúkarapolitikki verður brúkarin vardur, samstundis sum krøv verða sett til útbjóðaran um t.d. marknaðarføring og upplýsingarskyldu.
Tann føroyski brúkarin er tí snøgt sagt undirlagdur tær treytir sum hann fær boðið. Basta!
Her kemur Brúkarasamtakið inn sum ein sjálvboðin felagsskapur, sum setur brúkaraverndina í hásætið. Fremsta uppgávan er at fáa politiska myndugleikan at røkja sínar skyldur við at seta í verk eina brúkaralóggávu og ein brúkarastovn, til tess at tryggja brúkaranum síni rættindi.
Brúkarasamtakið varð sett á stovn 30. Oktober í 2002.