BRÙKARASAMTAK
Føroyska brúkarasamstakið hevur nú fingið eina heimasíðu. Samtakið, sum enn ikki eigur nógv ár á baki, setir við heimasíðuni og einum faldara meira ferð á virksemið hjá sær. Heimasíðan er at finna á adressuni brukarasamtakid. fo. Nýggi faldarin sigur eitt sindur um, hvat Brúkarasamtakið tekst við í sínum dagliga virksemi. Felagið er sjálvboðið, og fremsta uppgávan hjá felagnum er at virka fyri, at politiski myndugleikin røkir sínar skyldur við at seta í verk brúkaralóggávu og brúkarastovn.
-Brúkarasamtakið arbeiðir í løtuni við einum tiltaki, ið verður knýtt at aðalfundinum fyrst i oktober. Ætlanin er at seta ljóskastaran á háttin, ið marknaðarføring verður framd í Føroyum. Møguliga við einum paneli við viðkomandi fólki, sigur Petur í Gong, formaður, í tíðindaskrivi.
Nýggj nevnd
Tað var herfyri, at Petur í Gong varð valdur til formann fyri Brúkarasamtakið. Nevndin umskipað seg tá. Fyrrverandi formaðurin, Ingun Simonsen, er farin í onnur lond í útbúgvingarørindum, og hon er tískil ikki longur knýtt at nevndini í samtakinum. Kristina Samuelsen er næstformaður og Gunnleivur Dalsgarð er kassameistari. Brúkarasamtakið hevur heitt á Eriku Hayfield um at hjálpa til, og tað hevur hon játtað. Orsøkin er, at Erika í løtuni leggur síðstu hond á sína Ph.d. ritgerð innan forbrúk, skrivar Brúkarasamtakið.