Brúkt á marknaðardegi

tíðindaskriv

Leygardagin tann 13. november verður stóri býtis- og marknaðardagurin úti á Polarfrost í Vági




Helst er tað rætt at fólk hava alskins ting í húsinum, sum tey ikki brúka. Og helst eisini so, at órudd er strævið at hava í húsinum. Kanska hava vit brúk fyri einum skumpi fyri at fara í holtur við at rudda upp.
Men eitt er at rudda og eitt annað er hvussu vit sleppa okkum av við lutirnar. Her er tað at umhvørvishugsjónin kemur inn. Ofta kann verða talan um ting sum fullvæl kunnu brúkast aftur, og tað er sosatt ongin orsøk at tveita tey í ruskposan. Sum oftast eru vit eisini góð við summi ting og tá kann tað verða lættari at sleppa sær av við tey, um vit vita at onkur annar kann fáa gleði av teimum.
Nú verður so fyriskipaður ein øðrvísi marknaðardagur har børn, ung og vaksin kunnu koma við sínum tingum. Tey kunnu selja tey, men til ber sjálvandi eisini at skifta um við onkran annan og í slíkum handli eru ikki pengar í leikinum. Tey, sum hvørki eru áhugaði í at selja ella skifta um, kunnu seta góð ting frá sær og so kunnu tey sum vilja fáa sær úr rúgvuni.
Málsetningurin við býtis- og marknaðardegnum er:
?fólk sleppa sær av við ymiskt, tey ikki hava brúk fyri
?at ting sum eru góð, heldur skifta eigara enn at tey verða blakað í IRF bingjuna

Tað er Kunningarstovan í Vági, sum skipar fyri tiltakinum, ið er ókeypis. Best er tó, um fólk boða frá luttøku soleiðis at tey sum skulu selja okkurt fáa eitt borð at standa við og seta síni ting á. Áhugaðir luttakarar verða biðin um at siga frá á Kunningarstovuni.