Havstovan hevur í dag latið Fiskimálaránum sítt tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa fyri fiskiárið 2017-2018.
Havstovan sigur, at tað eru ábendingar um, at upsastovnurin sær hampiligur út, meðan toska- og hýsustovnurin enn eru sera illa fyri. Havstovan viðmerkir eisini, at ábendingar eru um, at batar eru at hóma í og við, at náttúruviðurskiftini á Landgrunninum eru batnandi og tað er meiri føðsluríkt æti síggja.
Tó eru átøk neyðug til tess at fáa stovnarnar á føtur aftur.
Millum annað mælir Havstovan til:
- at óbrúktu dagarnir í fiskiárinum 2016/17 skulu fella burtur
- at dagarnir hjá línuskipum, smáum trolarum og útróðrarbátum verða skornir við 50%
- at leiðir verða stongdar til tess at verja toska- og hýsustovnar.