Trump hevur hótt við revsi­til­tøk­um und­an topp­fundi­num við Putin

Trump og Putin hittast andlit til andlits í Alaska í kvøld. Trump vónar at slóða fyri vápnahvíld í Ukraina.

Fríggjakvøldið okkara tíð hittast forsetarnir í USA og Russlandi í Anchorage í amerikanska statinum Alaska. Hósdagin var mótmælisgonga í samhuga við Ukraina í býnum. - Mynd: Drew Angerer/Ritzau Scanpix

Í kvøld okkara tíð skal amerikanski forsetin, Donald Trump, á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Hetta verður, tá teir báðir hittast á hernaðarstøð í Anchorage í amerikanska statinum Alaska.

Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir statsleiðararnir hittast andlit til andlits, síðani Trump varð tikin í eið sum amerikanskur forseti aftur í januar.

Undan fundinum hevur amerikanski forsetin sagt, at hann fegin vil skipa fyri einum komandi fundi, har ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, eisini luttekur, um samráðingarnar í Alaska ganga væl.

Fá eitt yvirlit yvir tilgongdina fram til fundin her:

* 12. februar: Fyrsta telefonsamrøðan millum Putin og Trump fer fram. Trump lýsir tað sum eina langa og ógvuliga produktiva telefonsamrøðu. Avtalað er, at sendinevndir úr londunum báðum hittast í Saudiarabia. Amerikanski serligi sendimaðurin, Steve Witkoff, fer síðani á sína fyrstu vitjan í Moskva.

* 18. februar : Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, og russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hava samráðingar í Saudi Arabia.

* 18. mars: Trump og Putin tosa aftur í telefon. Hvítu Húsini boða síðani frá, at teir báðir forsetarnir eru samdir um friðarkarmar. Á fundinum samtykkir Putin ikki at leypa á ukrainska orkukervið í 30 dagar.

* 11. apríl : Steve Witkoff hittir Vladimir Putin í Moskva til víðari samráðingar.

* 23. apríl: Trump biður Putin steðga russiskum rakett- og dronuálopum á ukrainska høvuðsstaðin, Kiev, og heitir á um friðaravtalu.

* 15. mai: Amerikanskir sendiharrar hitta ukrainsk embætisfólk og umboð fyri russisku stjórnina til friðarsamráðingar í Turkalandi. Tey komu ikki á mál.

* 19. mai: Trump og Putin tosa í telefon fyri triðju ferð síðani januar. Putin sigur síðani, at tey eru á rættari leið, men at rótorsøkirnar til "kreppuna" skulu útruddast.

* 3. juli: Vladimir Putin boðar eftir nýggjari telefonsamrøðu við Donald Trump frá, at Russland ikki gevst við sínum málum í Ukraina. Trump sigur síðani, at hann ikki er nærri eini avtalu um at enda kríggið.

* 6. august: Steve Witkoff ferðast til Moskva fyri fimtu ferð, eftir at Trump hevur sett eina freist fyri amerikansku revsitiltøkini móti Russlandi, um kríggið í Ukraina ikki verður steðgað.

* 8. august: Freistin hjá Trump fyri vápnahvíld er úti. Trump váttar, at hann fer at hitta Putin í amerikanska statinum Alaska vikuna eftir.

* 10. august: Amerikanski varaforsetin J.D. Vance, sigur við Fox News, at USA arbeiðir við at fáa í lag ein fund millum Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, men at tað ikki hevði verið produktivt hjá teimum at hitst áðrenn fundin hjá Trump við Putin.

* 13. august: Trump sigur á netfundi við ukrainska forsetan og aðrar evropeiskar ríkis- og stjórnarleiðarar, at hann fer ikki at tosa um landaøki uttan Zelenskyj.

Keldur: BBC, Ritzau, Reuters, AFP, Fox News og Truth Social.

 

/Ritzau/

 

 

 

Fríggjakvøldið okkara tíð hittast forsetarnir í USA og Russlandi í Anchorage í amerikanska statinum Alaska. Hósdagin var mótmælisgonga í samhuga við Ukraina í býnum. - Mynd: Drew Angerer/Ritzau Scanpix