Brøndby, ballada, táragass og tryggur FCK sigur

Arvafíggindauppgerðin millum Brøndby og FCK var einki fótbólts­upplivilsi, men rundan um dystin var hendingaríkt við fleiri hundrað handtøkum, balladu, herverki og táragassi

- Brøndby Stadion

Brádliga fara fleiri fólk at hosta og taka sær til eyguni. Onkur er um at spýggja, með­an onnur turka sær um munn­in og royna at spýta ólekra smakkin út. Tað er ikki til at síggja, men táragass hev­ur ein sterkan virkning. Eis­ini nøsin fær ein umgang.
Tað er ein lítil løta síðani, at FCK fjeppararnir gingu eftir sama vegi. Løgreglan hevur brúkt táragass fyri at fáa teir at halda fram. Framman­undan hevur verið áfat millum Brøndby og FCK viðhaldsfólk, sum hava tveitt ymiskt eftir hvørjum øðrum. Onkrar søgur siga, at tað eisini hevur verið nevaleikur upp í, men tað er vónleyst at trúgva øllum, sum tú hoyrir beint aftaná ein dyst.
Táragassið er ein stað­fest­ing av, at talan hevur verið um álvarsligar hendingar, eftir at dysturin á Brøndby Stadium er liðugur.
Longur frammi standa ein røð av løgreglubilum, sum blinka. Løgreglufólk í alskins verju eru í hópatali. Óvið­kom­andi fáa boð um at halda seg vekk, og tað verður ikki spurt pent tvær ferðir. »Pilla av« er boðini aðruferð við ein­um skumpi í rygginum.
Framvið vegnum sita fleiri hundrað FCK viðhaldsfólk, sum eru handtikin. Ongin slepp­ur nær við tey. Onkir løg­reglu­fólk eru meira diplo­mat­isk og greiða forvitnu fólkunum frá hvat er á vási. FCK viðhaldsfólkini hava ikki klára at hildið seg til van­ligan fólkaskikk, og tað verður ikki góðtikið. Buss-stegði­støð eru brotin, garðar og annað, sum kann brótast, er brotið. Múrssteinar eru brúktir at tveita við, og tað gongur millum annað út­yvir skakkaðar íbúgvar á ellis­heimi.
Á tokstøðini í Glostrup, sum er høvðusstatiónin fyri at sleppa inn í býin aftur, fara menn til hendurs. Tveir teirra enda á sjálvari togbreytini.
Nei, hetta er ikki bara ein uppgerð millum teir arva­fíggindar á vøllinum, men so sanniliga eisini uttan­fyri vøllin. Tað fingu áskoðarar­nir at kenna, tá teir skuldu heim av Brøndby Stadium sunnu­kvøldið.

Spennandi upptakt
Uppgerðirnar millum Brøndby IF og FC Keyp­manna­havn er doyptar »New Firm«, eftir uppgerðunum mill­um skotsku feløgini, Celtic og Glasgov Rangers, sum verða róptar »Old Firm«. Sunnudagin var »New Firm« dystur á Brøndby Stadium.
Bæði Brøndby og FCK hava verið í einum aldur­dali í sein­astuni, men eru nú í stór­formi. Brøndby megn­aði akkurát at bjarga sær í Super­liguni farna kapp­ingar­ár, meðan FCK í ár hevur verið undir niður­flytingar­strik­uni.
Nú er vent í holini. Brøndby og FCK hava vunn­ið seg í toppin av donskum fót­bólti. Tí hevði hendan upp­gerðin ein dám av oddadystin yvir sær.
Løgreglan er væl fyri­reikað. Serligt fótboltstok er sett inn frá Nørreport. Tað er ikki til at taka feil av hvat tok talan er um. Í teimum fremstu tokvongunum eru Brøndby viðhaldsfólk, meðan tað eru FCK viðhaldsfólk í teimum aftastu tokvongunum. Tey syngja og rópa óført.
FCK?, spyr ein løgreglu­dama í tokinum.
Tað er ikki uttan orsøk, at einki hvítt ella gult er at hóma á klæðunum hjá undir­ritaða.
– Nei, hvørki FCK ella Brøndby, er svarið.
Ansa bara eftir hvat tú sigur um FCK her, er speiska aftursvarið frá løg­reglu­damuni, sum saman við tveim­um øðrum løgreglu­monn­um heldur skil á, at við­halds­fólkini hjá FCK og Brøndby eru atskilt.
Tokið koyrir til Glostrup, har tað eru stutt yvir ein kilo­metur at ganga til leik­vøllin hjá Brøndby. FCK við­halds­fólkini eru í góðum lag, tá løg­reglan fylgir teimum frá tokstatiónini til leikvøllin. Fleiri fýrverksbumbur verða tveittar garðar á vegnum til stadium.
Á Brøndby Stadium er gott lív í longu ein tíma und­an dystarbyrjan.

René og lívið í Brøndby
René Shaki Joensen er einsa­mallur føroyingur í hópinum hjá Brøndby. Hann hevur spælt ein dyst í Superliguni, men í dag tykist langt til eitt pláss millum teir ellivu á vøllinum. Hann tó ikki mist mótið móti og møtir trúgvur upp til tey ymisku tiltøkini hjá Brøndby.
Hesa ferð skal hann skriv­ar autografar í Brøndby Kids økinum. Hann situr saman við fleiri av hinum spælarunum, sum ikki eru við. René ger tað við einum smíli og heilsar pent upp á børnini, sum koma yvir at fáa autograf.
– Hetta er ein partur av tí, letur úr René, meðan hann skrivar undir eina mynd av sær sjálvum. Hann hevur játtað at taka Sosialin við aftur um leiktjøldini í Brøndby.
– Kom bara við mær, sigur René og vísir vegin til VIP lounge, har fleiri av fyrr­ver­andi spælarunum eru millum gestirnar.
Tvey kend nøvn í før­oyskum fótbólti eru at síggja. Tað eru fyrr­ver­andi og núverandi landsliðs­venjarar­nir hjá okkum, Henrik »Store« Larsen og Lars Olsen.
Støðan hjá René í Brøndby er ógreið í løtuni. Hann hev­ur sáttmála til komandi summ­ar, men skal í næstum til samtalu við ítróttarstjóran í fel­agnum.
– Tað eru fleiri møguleikar. Kanska teir vilja leiga meg út, kanska teir vilja leingja, ella kanska vilja teir sleppa av við meg, sigur René.
Hann er bjartskygdur und­an dystinum og vónar, at lið­ið hjá honum kann vinna dystin.

Brøndby uttan lyklaspælarar
Undir upphitingini sæst Mikkel Thygesen, skaddur lið­skipari hjá Brøndby, standa frammanfyri við­halds­fólkunum hjá Brøndby og undirhalda teimum. Hann er bara ein av fleiri spæl­ar­um, sum mangla hjá Brøndby til dystin. Aðrir sum kunnu nevnast er Martin Albechtsen, meðan Simon Makienok byrjar á bonk­inum, tí hann er júst komin aftur frá skaða.
Stutt undan dystarbyrjan koma aftur keðilig boð. Stóra innkeypið í summar, fyrr­verandi Chelsea verju­spælarin, Khalid Boulahrouz, er ongastaðni at síggja. Søgan sigur, at hann er blivin skadd­ur í upphitingini.
– Hann er ein leiðari. Tað merkist væl, at hann er ein toppspælari. Hann tosar nógv við venjaran um taktik og vit aðrir mugu bíða, um hann skal hava massagu, sigur René við einum smíli.
– Hann er skjótur at læra frá sær, tá vit gera ymiskt skeivt. Hann hevur spælt á høgra bakki og tí kann eg læra nógv av honum, sigur René, sum byrjar at blíva eitt sindur skeptiskur nú trígg­ir av fýra teimum føstu í verj­uni eru úti.

Tannleyst Brøndby
Longu undan dystinum er lagt upp til torføran dyst fyri Brøndby. Fitti lítli maskott­urin hjá Brøndby verður spurdur fyri opnari mikro­fon, um hann væntar at Brøndby vinnur.
– Nei, er stutta og greiða svarið frá lítla dreinginum, til stóra gleði fyri vitjandi áskoðararnar hjá FCK.
Tað stutt av tí langa er, at FCK var nógv betri og tí vunnu teir 3-1. Brøndby spældi uttan hugflog í fram­rættaða spælinum, meðan verjan var ósikkur í tí mesta sum hon gjørdi.
FCK hevði eina ætlan í upp­spælinum og tað end­aði mangan við einum renni­dysti millum annan av fram­herjunum hjá FCK móti ein­um Brøndby miðverja. Serliga Nikolaj Jørgensen spældi væl í álopinum hjá FCK.
Frederik Holst var at kalla ikki til staðar á høgra bakkinum. Hetta er plássið, sum René vil hava. Hann skal so ikki verða bangin fyri avrikinum hjá Holst í gjár. Tað var vánaligt saman við restina av verjuspælarunum hjá Brøndby.
Í álopinum hevði Brøndby Kenneth Zohore, sum einki fekk burturúr. Meðan áleyp­arar­nir hjá FCK arbeiða hart bæði í álopsstøðu og í verju­støðu, so megnaði Kenneth Zohore einki at gera um seg.
Brøndby kom á odda við frálíkum frísparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men bara min­uttir seinni megnar verjan ikki at rudda vekk og so er 1-1. Áðrenn farið verður til hálvleiks er 3-1 og í báðum førum er talan um vánaligt verjuspæl.
Tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð er ongin ivi. FCK er betri enn Brøndby á deg­num og vinnur uppi­borið.

400 handtøkur
Eftirspælið av dystinum byrj­ar beinanvegin uttanfyri Brøndby Stadion. Løgreglan hev­ur avsperrað høvðusvegin til togstøðina í Glostrup, so FCK viðhaldsfólkini kunnu sleppa avstað fyrst. Hes­um dámar ikki øllum viðhalds­fólkunum hjá Brøndby, sum gera vrøvl.
Tann eini, ein lágvaksin smáfeitur skallutur maður í 30’ unum, leggur eftir løg­regluni, sum annars roynir at tosa pent við ótolu fólkini, ið vilja sleppa heim.
Við eitt hevur løgreglu­maðurin fingið nokk. Hann tekur lágvaksna mannin inn í avsperraða økið og hand­tekur hann. Tveir vin­menn royna at steðga hand­tøkuni, men fáa eitt slag yvir fingarnar frá øðrum løg­reglu­monnum.
Soleiðis byrjar heimferðin, og eftir táragass, hundratlas handtøkur, ein langan umveg og bardaga á tokstøðini, end­ar heimferðin á midnátt.
Jú, Brøndby og FCK er nógv meiri enn ein fótbólts­dystur. Kanska for nógv meir enn ein fótbóltsdystur.