Brøndby IF boðaði í dag frá, at felagið hevur koyrt venjaran Alexander Zorniger. Kendi danksi fótbóltsviðmerkjarin, Felmming Toft, heldur at Lars Olsen og John “Faxe” Jensen eru eitt gott boð upp á eitt nýtt venjaratoymi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lars Olsen verður settur í samband við danska fótbólt, meðan hann er landsliðsvenjari hjá Føroyum. Hann hevur ein stolta fortíð sum spælari í Brøndby, og hevur verið venjari hjá bæði Randers FC og OB í Superliguni.
Veddingrafyritøkur hava eisini Lars Olsen sum eitt gott boð. Fyrr í dag vóru oddsini 11 upp á at lars Olsen verður nýggju venjari, men mest sannlíkt verður tað Kasper Hjulmand, ella ein útlendskur venjari.