Brøndby úti

Tað verður neyvan nakað danskt umboð í UEFA Champions League hetta kappingarárið

Longu undan dystinum á Volkspark Stadion vóru donsku vónirnar fyri framhaldandi luttøku í meistarakappingini ógvuliga lítlar.

Silvurvinnararnir frá í fjør, Brøndby, høvdu tapt heimadystin móti Hamburger SV við tveimum málum móti ongum, og øll vistu, at hetta fór at verða sera tungt at vinna aftur.

Vónin bygdi tó á, at Brøndby, sum hevði allar møguleikar at vinna fyrsta dystin, veruliga tykist hava fingið ferð á í heimligu kappingini, og so høvdu danir heldur ikki gloymt útidystin móti Karsruhe fyri nøkrum árum síðani. Ta ferðina vendi Brøndby einum 3-1 tapi á heimavølli við at banka týska liðið sundur og saman.


Eingin endurtøka

Talan gjørdist tó ongantíð um nakra endurtøku av hesum úrsliti í Hamburg.

Heimaliðið, sum var rættuliga verjukent, megnaði at halda tætt allar 90 minuttirnar, hóast teir í einum føri fingu góða hjálp frá linjuverjanum.

Hetta var tó einasti veruligi møguleiki, sum danska liðið hevði í dystinum, so samanumtikið mundi tað vera á eini leið, at javnleikur gjørdist úrslitið. Hamburger kom sostatt víðari við samanlagt 2-0.

Seinasta danska vónin á hesum sinni er sostatt Herfølge, men eisini her sær svart út. Herfølge skuldi i gjárkvøldi royna seg á útivølli móti skotska stórfelagnum, Glasgow Rangers, sum í fyrra dystinum sera sannførandi vann 3-0.

Heilt burtur úr europeiskum høpi eru tey bæði donsku liðini tó ikki. Tey liðini, sum verðautsligin í triðja undankappingarumfarinum sleppa nevnliga eisini at royna seg í UEFA Cup kappingini.

Úrslitini av dystunum týskvøldið vóru annars hesi:

Slavia Prag-Shaktar Donetsk 0-2 (1-2 samanlagt)

Hamburger SV-Brøndby 0-0 (2-0 samanlagt)

Dinamo Zagreb-AC Milan 0-3 (1-6 samanlagt)

Galatasary-St. Gallen 2-2 (3-2 samanlagt)