Kanningin byggir á eina intelligenstest, sum ein sálafrøðingur hevur gjørt av nærum 1000 ungum kvinnum og monnum.
Eisini ein onnur kanning, ein sokallað Sessións-intelligenskanning, gjørd av 2300 ungum monnum, peikar á, at vitið hjá bróstabørnum verður betur ment.
- Jú longri børnini hava fingið bróst, tess hægri intelligenskvotient finna vit. Tí er sannlíkt, at tað er samband millum bróstageving og vitið, sigur Kim Fleischer Michaelsen, professari við Institut for human ernæring á Landboháskúlanum.
Sum eina møguliga orsøk, vísir hann á eina serstaka feittsýru í móðurmjólkini, DHA. Hendan er ein stórur partur av teimum feittsýrum, sum sita í membranunum í meginnervaskipanini ? og DHA hevur møguliga eina gagnliga ávirkan á membranurnar.
Fleiri orsølkir
Donsku granskararnir hava roynt at tikið hædd fyri fyri øðrum viðurskiftum, sum kunnu ávirka intelligensin. Teir tora ikki við vissu at siga, at sambandið millum longdina av bróstageving og intelligensinum hjá barninum, ikki eisini kann hava aðrar orsøkir.
- Orsøkin kann eisini vera tætta sambandið millum mammuna og barnið, meðan tað fær bróst, sigur sálarfrøðingurin, Erik Lykke Mortensen.
Tað er væl hugsandi, at møður, sum hava orku at geva bróst leingi, eisini hava orku til at taka sær væl av barninum og menna tað betur enn mammur, har orkan skortar.
Sálafrøðingurin mælir mammum til at geva bróst í einar 8 mánaðir, tá bróstageving eftir ta tíð neyvan hevur somu gagnligu ávirkan.
Hóast kanningin greitt vísir, at bróstabørn eru betur fyri, tá tað snýr seg um intelligens, vísir Kim Fleischer Michaelsen, professari á, at máldi intelligensurin bara er ein lítil partur av teimum eginleikum, sum menniskjað hevur.