Bráðtíðindi: Vandin fyri verkfalli er avblástur

Í kvøld hava arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið undirskrivað nýggjan sáttmála

Nú fáa arbeiðsfólk hægri løn, hægri viðbót fyri starvsaldur, ásetingar um órímiliga uppsøgn og eina fríviku afturat.

 

Arbeiðarafeløgini siga, at tað er úrslitið, nú tey og Arbeiðsgevarafelagið hava skrivað undir nýggjan sáttmála.

 

Annars legði semingsmaðurin eitt semingsuppskot fyri partarnar í gjárkvøldið, men tað varð vrakað. Men allan seinnapartin í dag hava partarnir samráðst um at laga semingsuppskotið til, og tað endaði so við eini semju fyrf í kvøld.

 

– Vit fegnast um eina veruliga lønarhækking, og at feløgini hava betrað sáttmálan á fleiri økjum, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum í eini fráboðan í kvøld.

 

Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum fær gildi frá 1. mai. Grundlønini hækkar 6,55 krónur tilsamans. Í miðal hava arbeiðsfólk fingið eina lønarhækkan á 8,25 krónur. Grundlønin verður frá 1. mai 128,94 kr og 132,24 kr frá 1. mei næsta ár.

 

Viðbøturnar fyri starvsaldur hækka eisini. Fyri trý ára starvsaldur er hækkingin 1,25 prosent upp í 2,5 prosent, fimm ára starvsaldur hækkar til 3,5 prosent, sjey ára starvaldur hækkar til 4 prosent, níggju ára starvsaldurin hækkar til 5 prosent og 11 ára starvsaldurin hækkar til 6,25 prosent. 

 

– Vit eru ógvuliga fegin um at viðbøturnar fyri starvsaldurin hækka. Á henda hátt fáa vit styrkt tey, sum hava arbeitt leingi innan sítt øki. Hetta er ein lønarhækking, sum viðurkennir royndirnar og førleikarnar hjá fólki, og tað meta vit vera rætt. Eisini er týdningarmikið fyri okkum, at vit fáa eina skipan við starvsaldri, sum minnir um aðrar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, vísa Arbeiðarafeløgini á.

 

Fyri eitt arbeiðsfólk, sum hevur hægsta starvsaldur, merkir semjan eina lønarhækking upp á 18.400 krónur um árið næsta ár, aftur ímóti lønini í ár, og tað er ikki heilt galið, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunu.

 

– Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa ásetingar um órímiliga uppsøgn við í sáttmálan. Eisini hevði tað týdning fyri okkum at hækka viðbótina fyri skiftivaktina, sigur Georg F. Hansen, sum er formaður í Føroya Arbeiðarafelag.  

 

Feløgini hava í semjuni fingið ymsar ábøtur í sáttmálan. Eitt nú hava feløgini fingið rætt til sættu frívikuna, greiðari ásetingar um matarsteðgir, ásetingar um týdningin av upplæring, eftirútbúgving og skeið - og hvussu hetta verður samsýnt. Umframt hetta inniheldur semjan ymiskar aðrar ásetingar um eldrapolitikk.

 

Umframt vanliga sáttmálan er eisini gjørd semja um bussførarasáttmálan og hotellsáttmálan. Í nýggja hotellsáttmálanum er tað serliga eftirlønin sum hækkar samsvarandi nýggju pensjónsskipanini, áseting er um tilkallivakt og um matarsteðg. 

 

Arbeiðarafeløgini umboða uml. 6.500 løntakarar um alt landið.