Brøðurnir báðir bláir

Fyrr í vikuni gjørdist tað alment, at Tummas Pauli Hanusarson skiftir til Neistan, har stóribeiggi hansara, Heini Hanusarson, eisini spælir. Synirnir hjá undangongumanninum, Hanusi Joensen, hava kappast um sama bólt í útivið tvey áratíggju, men nú er hetta søga. Í kvøld og framyvir eru teir á fyrsta sinni á sama liði og skulu kasta bóltar ímillum sín.

Heini Hanusarson og Tummas Pauli Hanusarson. Hávaksnir og smílandi eru teir báðir tveir, tá ið teir fryntliga taka ímóti í nýmótans sethúsum eldra bróðurins, Heina, í Sandavági. At leika hondbólt duga teir sum fáur her á landi, men tað er ikki løgið. Pápi teirra, Hanus Joensen, er ein av slóðarunum og myndaði hann føroyskan hondbólt í nógv ár. Nú hava synirnir tikið yvir. At kappast ímóti hvørjum øðrum hava teir gjørt alt lívið, og hevur tað kastað mangan nærdystin av sær. Men nú er tað søga. Nú eru teir á sama liði og skulu snillingarnir á fyrsta sinni tveita bóltar til hvønn annan.

Valdi Neistan
Sum smádrongur spældi Tummas Pauli Hanusarson við KÍF, men tá ið familjan flutti úr Kollafirði til Havnar, fór hann at spæla við Kyndli. Hetta gjørdi hann heilt fram til fyri tveimum árum síðani, tá ið hann fór undir lesnað í Danmark. Hann skúgvaði tó ikki hondbóltin til viks og fór fyrstu tíðina at spæla við HIK í triðbestu deildini, áðrenn hann skifti til Ajax København, har stóribeiggi Heini eisini eitt skifti leikti. Ajax hevur lið í bæði næst- og fjórðbestu deildini, men spældi Tummas Pauli einamest við liðnum í fjórðbestu deildini. Nú kemur Tummas Pauli tó aftur til føroyskan hondbólt, og verður tað hesaferð neistablusuna, hann letur seg í.
- Tað verður bæði spennandi og stuttligt at spæla saman við Heina. Hann hevur roynt nógv eftir hondini, bæði her heima og uttanlands, og aðrir á liðnum hava drúgvar royndir í føroyskum hondbólti. Hesum kann eg læra nógv av, sigur 22 ára gamli Tummas Pauli Hanusarson, sum við sínum 194 cm er ein høgur vinstri bakkur við góðari skotstyrki.

Vrakaði Kyndil
Tummas Pauli hevur bróðurpartin av hondbóltsleið síni spælt við Kyndli, og síðani Heini vendi heimaftur til Føroya og Neistan, hava teir báðir fýra ferðir spælt ímóti hvørjum øðrum - í samanlagt trimum FM- og steypafinalum og einum landskappingardysti. Tummas Pauli kundi velja at halda fram við at kappast ímóti beiggja sínum og velja Kyndil, men valið fall á kappingarneytarnar úr Neistanum.
- Eg umhugsaði ikki Kyndil hesuferð, sum liggur og berjist um at røkka næst aftasta plássinum. Eg havi tosað við Heina um at koma til Neistan og royna at spæla har, sum tað er stuttligt – at spæla um at koma í FM-finaluna, vísir Tummas Pauli á.
Hann er í løtuni heima í vetrarferiu, men fer til Danmarkar aftur í komandi viku, har hann er í holtur við lesnað í Keypmannahavn. Ætlanin er, at hann skal koma heim til allar dystirnar hjá Neistanum, meðan hondbóltsvenjingin heldur fram í Danmark og tann nógva kropsliga venjingin, ið hann roynir at byggja uppá. Eitt nú súkklar hann 10 km langa teinin í skúla hvønn dag.

Vil binda saman
Neistaliðið hevur verið illa darvað av skaðum í ár, og hevur gongdin eisini verið heldur ivasom hjá verandi greipuvinnarunum, sum hóast alt liggja stavn um stavn við VÍF og H71 at røkka ávikavist FM- og steypafinaluni. Tummas Pauli vónar, at hann kann veita liðnum betri breidd og annars fáa alt at rigga betur.
- Eg meti meg kunna geva Neistanum betri breidd, styrkja um verjuna og skapa ein størri stabilitet á liðnum. Eg ætli mær at fordeila spælið betur og ikki minst fordeila kreftirnar í álopinum betur. T.d. Kann Áki (Mørk, blðm.) fáa ein steðg inn ímillum og hvíla seg til avgerandi løturnar, tá ið hann jú altíð er góður, sigur Tummas Pauli, og heldur fram:
- Liðið hevur í nøkur ár verið ávirkað av nøkrum einstøklingum, og eg meti eisini, at tað er júst har, ið Neistin er best. Leikarar sum David Edvardsen, Heini Hanusarson, Finnur Hansson, Áki Mørk og ikki at gloyma besta strikuspælaran í Føroyum í nógv ár, Jugoslav Djumic. Eg havi ikki sæð nógvar dystir í ár, men eg hoyri, at spælið ikki hevur gingið so væl, og eg ætli mær inn á vøllin at royna at binda alt hetta sterka álopið saman, staðfestir Tummas Pauli.

Nøs fyri spælinum
Heini Hanusarson, sum hevur átta ára royndir úr donskum hondbólti – eitt nú bestu deildini har – og hevur verið ein av profilunum í Neistanum seinastu árini, fegnast um at hava fingið lítlabeiggjan við á liðið, og metir, at teir í honum fáa ein leikara við nógvum góðum eginleikum.
- Hann hevur nøs fyri spælinum, hevur ró í sínum egna spæli og dugir væl at taka rættar avgerðir í síðstu løtu. Hondbólturin er mentur frá at vera eitt spæl, har tú líkasum kann bestemma teg áðrenn, hvat tú ætlar tær, til at vera eitt har tú beinanvegin mást hugsa um tú skalt dribbla, spæla ella skjóta. Har hevur hann eina stóra styrki, sigur Heini og vísir á, at hann umframt vera høgur eisini er væl fyri sálarliga.
- Hann er skilagóður. Onkur vil vera við, at hann er skilabetri enn stóribeiggi sín, men tað trúgvi eg lítið uppá, sigur ein skemtandi Heini, meðan Tummas Pauli kastar eyguni eftir honum og flennur.
Við sínum 194 sentimetrum man Tummas Pauli teljast ímillum hægstu leikararnar í deildini, og aldur hansara tikið í huga merkir tað sambært Heina, at hann hevur nakað at arbeiða við kropsliga.
- Hann minnir meg nógv um Nikolaj Markussen á danska landsliðnum. Eg spældi ímóti honum fyri trimum árum síðani, og eg haldi, at teir eru rættiliga eins limaðir. Hann má arbeiða við at fáa nøkur fleiri kilo, ein størri massa upp á kroppin hjá sær, sigur Heini um Tummas Paula.
Hann vísir í somu atløgu á, at hann stríddist við sama trupulleika, um ein kann kalla tað tað, tá ið hann var yngri.
- Men eg menti meg nógv á tí økinum, tá ið eg búði í Danmark, og var eg eisini nógv sterkari tá ið eg kom heimaftur til Føroya. Nú havi eg ikki tíð til at ganga í vektrúminum, eg má ansa eftir teimum smáu, puffar Heini og toyggir seg niður eftir lítlu Andreu, sum grulvar á gólvinum og hevur hug at sleppa upp í part.

Fyrimunir sum brøður
Tað, at teir eru brøður, kann avgjørt koma at hava sínar fyrimunir á vøllinum. Tað eru fleiri dømi um bróðurpør, ið bara hava samstarvsevnini viðfødd og rigga sera væl saman í ítrótti. Hondbólturin hevur eisini sítt dømi um hetta í polska bróðurparinum Krzysztof og Marcin Lijewski, sum gera um seg á hvør sínum bakkplássi í týska HSV Hamburg og á polska landsliðnum. Møguliga Føroyar fáa sítt egna dømi um hetta í Hanusarson-brøðrunum.
- Vit minna eitt sindur um hvønn annan mentalt. Eg vænti eg fari at duga at seta meg í støðuna, hvussu hann man hava tað, og hann hvussu eg man hava tað. Vit fara helst at hava lætt við at vita hvat vit skulu tosa við hvønn annan um, nær vit skulu trýsta hvønn annan og nær vit skulu sissa hvønn annan, heldur Heini.

Eldri tekur ábyrgd
Heini vil ikki køva út yvir ivasomu gongdina hjá Neistanum í ár og viðgongur, at tað ikki hevur verið nøktandi.
- Liðið er amputerað, bæði so og so. Í mun til í fjør mangla vit seks leikarar. Bara í ár hava vit eisini havt seks ymiskar spælskiparar, og ofta er tað spælskiparin, sum orðið eisini sigur, ið ræður fyri, hvørja spælskipan vit koyra. Av tí sama hevur tað verið vánaligt glið í spælinum og tað hevur verið syrgiligt at sæð, sigur Heini, sum tó sær bjartari upp á ta stuttu framtíðina, nú nýggir leikarar eru komnir at styrkja um. Eisini peikar hann á, at nýggi venjarin, Páll Poulsen, er ógvuliga skipaður og hevur eina ætlan við liðnum.
Heini er sum vera man undangongumaður á liðnum, og ábyrgd er ikki nakað, ið hann ræðist. Kanska heldur tvørturímóti er tað við at gerast ein vanasak fyri hansara viðkomandi.
- Eg eri vanur við, at ábyrgdin liggur á mær. Tað hevur ligið nær til mín øll árini – tað, at gingið undan. Eg eri vanur við trýstið, sum liggur á mær, so tað hugsi eg als ikki um, sigur Heini.

Pápin eigur heiðurin
Sum yngri búðu teir báðir brøðurnir í Kollafirði, har teir spældu nógv hondbólt í kjallaranum, har tvey mál stóðu. Eisini spældu teir við KÍF, har venjari teirra var pápi teirra, Hanus Joensen, ið – sum nevnt – er ein av slóðarunum innan føroyskan hondbólt. Hann hevur leikt 60 landsdystir fyri Føroyar og verið landsliðsvenjari í 15 ár, og hevur hann eisini at kalla eisini altíð verið venjari hjá synum sínum – hetta eisini eftir at familjan flutti til Havnar; tá í Kyndli.
Tá ið Heini Hanusarson heimafturkomin úr Danmark valdi at skifta til Neistan og ikki gamla felag hansara, Kyndil, mátti hann leggja oyra til nógvar viðmerkingar um, at hetta ikki var serliga kært av honum mótvegis Kyndli, men viðmerkingar sum ”Vit hava lært teg so nógv, og so rýmir tú nú” kveistraði Hanus burt við at svara aftur og vísa á, at allastaðni, har hann hevði spælt, var pápi hansara venjari, og at tað var hann, ið hevði lært hann alt.
Enn tann dag í dag situr Hanus trúðfastur á áskoðaraplássunum og fylgir við gongdini hjá soninum – nú synunum.
- Hann er altíð til staðar. Kritiserar og kemur við eftirmetingum um hvussu dysturin var og kemur við góðum ráðum. Tað hevur altíð verið gott hjá okkum, staðfestir Heini og gevur pápa sínum allan heiðurin:
- Pápi er rótin til at vit eru so frægir, sum vit eru.

[email protected]