Brøðurnir neyvan einsamallir

Amerikanska løgreglan er ikki sannførd um, at Tsarnajev-brøðurnir vóru heilt einsamallir um bumbuspreingingarnar í Boston.

-Tað eru framvegis fólk her í USA, sum FBI vil hava orð á, sigur formaðurin í fregnartænastunevndini hjá Umboðsmannatinginum, Mike Rogers. Hann vil tó ikki siga, hvussu mong fólk tað snýr seg um.

Higartil hevur einki bent á, at talan var um eina samansvørjing, og sambært tíðindastovuni AP hava myndugleikarnir ikki funnið nakað, sum bendir á, at brøðurnir samskiftu við nakran uttanlands, ella at teir fingu pengar uttaneftir.

Í løtuni er FBI í ferð við at kanna, um brøðurnir fingu nakra venjing ella vegleiðing, sum gjørdi teir førar fyri at fremja atsóknina.