Brævið

Hetta er brævið, ið gjørdi at deildirnar A3 og B6 fingu sømdargávu

Mítt uppskot til sømdagávu, sum Føroya Felag móti Krabbameini ætlar at geva, er til deildirnar B6 og A3 á Landssjúkrahúsinum.

Hesar deildir eiga stór tøkk uppiborna fyri ta hjálp, stuðul og umsorgan, eg fekk, tá eg lá har fyri krabbamein í apríl mánað síðsta ár.

Eg má siga, at tey starvsfólk, ið eg har umgekk og vóru um meg, gingu uppí sítt arbeiði við lív og sál. Eg fekk alla tað umsorgan og stuðul, ið júst eg hevði brúk fyri, í tí sváru støðu eg var í.

Tá lívsgrundarlagið ella »teppið« verður feiða undan tær. Tá eg hvørki visti út ella inn, tá vóru starvsfólkini har, bæði læknar og røktarstarvsfólk. Tey tóku sær av mær, tosaðu við meg og vóru har, tá eg hevði brúk fyri teimum.

Havi nærum ikki orð fyri, hvat hetta hevði at týða fyri meg og familju mína, sum altíð vórðu væl móttikin, kundu vera um meg og fingu loyvi at koma, nær á døgninum tað skuldi vera.

Hetta hevði ómetaliga stóran týdning fyri meg tá og nú, eitt ár eftir. Hetta gav mær megi og mátt at koma víðari í lívinum.

Eg ynski teimum, at Harrin má framhaldandi hjálpa teimum at gera sítt arbeiði, eins væl og tey gjørdi fyri mær.