Bráðfeingis ferðsluábøtur við streymin

Fíggjarárið 2026 er enn ungt, og væntast kann sjálvandi ikki, at allar játtanir eru fult virknar enn. Sumt virksemi er ætlað at seta í gongd, tá árið er hálvrunnið, okkurt fyrr og okkurt seinni.

Í broytingaruppskoti til fíggjarlóg fyri 2026 markaði meirilutin í fíggjarnevndini til 2. viðgerð 300 tús. kr. til ferðsluábøtur við Streymin, Eysturoyarmegin.

Greitt var tá, at ymsar loysnir á ferðsluavbjóðingunum í økinum millum Norðskála, Oyrabakka og landsvegin við brúnna um Streymin verða kannaðar og viðgjørdar, men tó var eingin heildarætlan prosjekterað ella klár; tørvurin á ábótum var, hóast hetta, heilt stórur.

Tað var tíverri sjón fyri søgn, nú ferðsluóhapp aftur er staðfest á vegamótinum millum landsvegin við Streymin og innkoyringina við Norðskála, hin 5. februar. Ein kend støða, har samanstoytur hendir millum akfar, sum koyrir suður eftir landsvegnum og akfar, sum koyrir út frá Norðskála inn á landsvegin.

Tí er greitt, at tørvur beinanvegin er á markaðu játtanini til bráðfeingis ábøtur á ferðslutrygdina á hesum staði, og tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum:

1. Hvørjar bráðfeingis ferðsluábøtur er ætlanin at fremja við vegamótið landsvegurin við brúnna um Streymin og innkoyringina til Norðskála, og hvat kosta tær?

2. Hvussu skjótt kunnu hesar bráðfeingis ábøtur fremjast og fáast at virka?

 

Á løgtingi, 11. februar 2026

Hanna Jensen, løgtingskvinna