Leygardagin 29 apríl skipar Bragdið fyri fyrstu kasti kapping í ár. Tað snýr seg um ein kasti 5-kamp fyri menn og ein kasti 4-kamp fyri kvinnur.
Greinarnar sum menninir kappast í eru: Hamarkast, Kúlustoyt, diskoskast, vektkast og spjótkast. Kvinnurnar kappast í: hamarkast, kúlustoyt, diskoskast og spjótkast.
Kappingin byrjar kl. 13.00. Luttøkugjald 50,- kr. fyri hvønn persón. Øll eru vælkomin.