Bragi inn í 21. øld

Fyrsta útgávan av braga í ár er á tremur við áhugaverdum greinum og ummælum

 

MENTAN

 

At kunna og leiðbeina lesaran um tað forvitnisliga í bókmentaheiminum er tann krevjandi og spennandi uppgávan hjá braga, ið er føroyskt tíðarrit fyri bøkur og mentan. Eitt sovorðið tíðarrit er ein ómissandi táttur í røktini av føroyskari bókligari mentan, til at tryggja, at hon framvegis verður livandi ogn okkara, og at hon ikki trænar og stirðnar, sigur Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, í oddagreinini í braga.

 

Í nýggjastu útgávuni av braga eru viðgerðir av nýggjari og eldri bókmentum. Anne-Kari Skarðhamar, bókmentafrøðingur, hevur skrivað grein um náttúruskaldskapin hjá Christiani Matras undir heitinum meginmáttur, sjálvtasæla, skapandi friður. Greinin lýsir lyndi og hugsanir í náttúrulýrikki Christians, sum vísa, at skaldskapur hansara er ávirkaður av og hevur fingið íblástur av føroyskari náttúru, men hevur nógv víðari og djúpari sjónarhorn enn tað føroyska.

 

Katrin Næs ummælir metsøluskaldsøguna Anna, Hanna og Jóhanna eftir Marianne Fredriksson, sum Jákup í Skemmuni hevur týtt, Jóan Petur Ludvig ummælir Aftur á slóðina eftir Aksel Sandemose, sum Hans Thomsen týddi, Andrias Justesen ummælir Tann bráðvakra hugsjónin, ið er savn við greinum og fyrilestrum eftir Hanus Kamban, Bergur Rasmussen ummælir Sangir til frælsi, ið er minnisfløga til Bjørn Afzelius, Bergur Rasmussen ummælir Harry Potter eftir Joanne K. Rowling, sum Gunnar Hoydal hevur týtt, og Marna Jakobsen ummælir Hvør av øðrum, sum er doktararitgerð eftir Maluna Marnersdóttir.

 

Turið Sigurðardóttir skrivar grein um yrkingasøvnini hjá Jóanes Nielsen, og Firouz Gaini, antropologur, skrivar grein við heitinum oyggjarnar aftur til Keypmannahavnar. Katrin Næs umrøður virðislønina innan bókmentir sum Jhumpa Lahiri hevur fingið. Kinna Poulsen hevur samrøðu við Hanna Bjartalíð, listamann, og Høgni Iversen skrivar grein um skaldsøguna og høvuðspersónin Huckleberry Finn. Umframt eru aðrar greinir og onnur ummæli í ritinum.

 

Fýra stjórna braga. Tey eru René Hjelm, Firouz Gaini, Bergur Rasmussen, og Willam Heiberg. Myndina á kápuni hesa ferð hevur Hanni Bjartalíð gjørt.