Ábraham gevst sum venjari hjá NSÍ

- Vit skiljast í sátt og semju, sigur Ábraham Løkin, sum nú gevst sum venjari hjá NSÍ. Hann fer til Noreg at arbeiða.

 

NSÍ skal hava nýggjan venjara til seinnu hálvu av landskappingini, tí Ábraham Løkin hevur tikið avgerð um at royna lívið sum arbeiðismarður í Noreg. Ábraham hevur verið venjari hjá NSÍ síðani kappingarbyrjan.

 

- Tað var ongantíð meiningin at eg skuldi verða venjari í longri enn hetta kappingarárið, men nú havi eg fingið møguleikan at fara til Noreg at arbeiða og havi tikið av, sigur Ábraham Løkin við portalin í kvøld.

 

Ábraham leggur afturat, at tað er í sátt og semju við nevndina í NSÍ, at hann nú roynir nýggjar leiðir.

 

- Nevdnin í NSÍ hevur verið fyrimyndarlig. Eg havi einki at finnast at í NSÍ, sigur Ábraham víðari.

 

NSÍ skal sostatt hava nýggjan venjara til seinnu hálvu. Fleiri navnframir venjarar ganga uttan felag og nøvn sum Sigfríður Clementsen, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham eru bara nakrir av teimum sum kundu blivið settir í samband við NSÍ.