Ábraham Hansen kann fáa come-back í 1. deild

NSÍ-VB: NSÍ má finna ein nýggjan málmann fyri leikbannaða Dejan Milanovic

Eftir stóra ósigurin móti GÍ seinasta vikuskifti ræður nú um hjá NSÍ at leggja tann dystin afturum seg, og besti háttur at gera tað upp á er við at vinna á VB í morgin.

NSÍ hevur í løtuni 17 stig, og seks stig eru upp til oddaliðið HB. Aftan á dystin móti VB sær dystarskráin hjá NSÍ soleiðis út: 16/8 HB-NSÍ og 23/8 NSÍ-KÍ. Tveir torførir dystir, og tí ræður eisini um hjá runavíkingum at tryggja sær trý stig í morgin, um sambandið við toppin skal haldast.

Móti GÍ var stórur saknur í toppskjúttanum Óla Hansen ? so stórur, at boð nú eru send til Danmarkar eftir honum, og hann er komin upp til dystin í morgin.

Málverjin Dejan Milanovic varð rikin av vøllinum í Gøtu seinasta sunnudag, og tí má onkur annar verja NSÍ-málið í morgin. Í Gøtu fór Mortan Hansen í málið seinasta korterið og stóð seg bara væl. Á 2. deildarliðnum hevur veteranurin Ábraham Hansen vart málið, og í Runavík er eingin avgerð tikin enn, um tað verður tann ungi Mortan ella tann eldri Ábraham, sum verjir 1. deildarmálið í morgin, meðan hin verður við 2. deild.

Dann Knudsen fekk skaða í fótliðið í venjingardysti móti GÍ, tá liðini fyrr í ár vóru í Danmark á venjingarlegu, og hann verður helst ikki tøkur í morgin. Og so er tað knæskaddi Helgi L. Petersen, sum nú hevur fingið endaliga dómin um, at hann ikki skal gera sær vónir um at vera við aftur í hesum kappingarárinum.

Venjarin verður við

Vágbingar hava framvegis nógv høvuðbrýggj av at skula manna lið bæði í 1. deild og 3. deild, og hjá teimum raka øll forfall sera meint. Tí var tað eisini ein dyggur smeitur, at Milan Culjic keikti sær fótin móti TB seinasta sunnudag. Hann hevur ikki vant í vikuni og verður neyvan við. Eyðun Kjærbo hevur heldur ikki vant hesa vikuna, og Dan Djurhuus er farin í onnur lond á námsferð og verður ikki at síggja á VB-liðnum í øllum førum tey komandi trý umførini.

Eitt sindur av góðum tíðindum eru kortini í VB. Spæliloyvið hjá nýggja venjaranum Krzystof Popczynski skuldi nú verið komið upp á pláss, og hann kemur so inn á miðjuna ella í álopið, alt eftir hvar tørvur er á honum.

VB liggur í løtuni á sjeynda plássi á stigatalvuni, men tað er eitt rættiliga fitt glopp niður til vandaøkið. Men VB skal kortini ikki rokna við at fáa eitt so gott kappingarár sum í fjør, tá teir tryggjaðu sær luttøku í altjóða fótbólti.

Tá VB og NSÍ spældu í Vági 9. mai í ár, vann NSÍ heili 5-0, og kreppan kroysti í Vági.

Í fjør var VB greitt omaná í dystunum móti NSÍ. Í Runavík vunnu vágbingar 4-1, meðan dysturin í Vági endaði 3-0 til heimaliðið. Í 1996 var NSÍ ikki umboðað í 1. deild, men í 1995, tá VB var annar parturin av Sumba/VB, vann samansetta liðið 3-0 í Runavík, meðan NSÍ vann 3-1 í Suðuroynni.

Í 1994 var VB í 2. deild, og tað sama var NSÍ í 1993. Men í 1992 vóru bæði liðini í 1. deild, og tá vann VB 3-0 í Vági og 4-1 í Runavík, altso júst somu úrslit sum í fjør. Sostatt má sigast, at inntil í ár hevur VB havt eitt rættiliga gott tak á NSÍ, bæði heima og úti.