Fótbóltssamband Føroya hevur í kvøld kunngjørt kappingarskránna í Betrideildini hjá monnum kappingarárið 2020, og tað kann róliga sigast, at tað byrjar við einum braki.
Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 8. mars, og tá verður endurtøka av FM-brakinum frá í fjør ímillum KÍ og B36. Hesin dysturin verður í Klaksvík.
1. umfar
NSÍ - Skála
KÍ - B36
EB/Streymur - HB
Víkingur - ÍF
AB - TB
Farið verður í summarfrí 28. juni, og fyrsti dystur eftir summarsteðgin verður 19. juli. Kappingarárið endar 31. oktober.
Øll kappingarskráin sæst HER.