FM-stríð
22. august í 1965 stóð seinasta landskappingarumfarið á skránni. Skráin varð løgd soleiðis, at HB og B36 skuldu hittast í seinasta umfarinum, og júst hesi bæði liðini vóru eisini á odda undan hesum umfarinum.
Sum eitt lítið kuriosum kann so eisini nevnast, at Skála ikki hevði nakran serligan leiklut hetta kappingarárið. Felagið var nevnliga nýstovnað.
Kundu ikki skifta út
Hetta árið hevði B36 annars verið betri fyri størsta partin av árinum. Men tað kiksaði, tá teir í tveimum umførum skuldi spæla móti TB. Tvøramenn fingu bara trý stig hetta árið, og øll trý vóru tey móti B36, sum soleiðis bert hevði eitt stig niður til HB undan seinasta dystinum.
Í bløðunum varð hampuliga nógv gjørt burtur úr undan dystinum. Í bókini, Koyra á HB, síggja vit millum annað tað, sum Dimmalætting og Sosialurin skrivaðu undan hesum.
Men hvít/svarti parturin av Gundadali mundi fáa ein ordans skelk, tá dysturin fór ígongd. Hóast tað gingu 40 minuttir, áðrenn fyrsta málið kom, so sást á øllum brøgdum, at HB var betra liðið. Tað eydnaðist teimum eisini at koma á odda bæði 1- og 2-0 dygst undan steðginum við málum, sum Kári Helmsdal og Johannes Videsen skoraðu.
Eftir steðgin vóru B36'arnir við skerdan lut. Tá í tíðini var ikki loyvi at skifta út, og tá Eifinn Nolsøe meiddi sær knæið fyri steðgin, máttu teir í árstalsfelagnum spæla seinna hálvleik við tíggju monnum.
HB hevði heldur ikki stórvegis trupulleikar við at halda tørn eftir steðgin. Kári Helmsdal økti til 3-0, áðrenn Baldvin Baldvinsson minkaði um munin, men tá Egga við fínum langskoti aftur økti, var leyst og liðugt. HB hevði vunnið dystin um Havnina, og triða árið á rað vóru teir føroyameistarar. Og soleiðis vunnu teir eisini Fiskasølusteypið til ognar.
Ungir klassamálverjar
Millum teirra, sum tá spældu á vøllinum, vóru tveir ungir málverjar.
Ólavur Herup Olsen hevði í 1961 trokað seg framat í B36-málinum, og tó at hann enn var ungur, so hevði hann hóast alt hampuligar royndir longu tá.
Ólavur skuldi eisini vísa seg sum ein av drúgvastu málverjunum hjá B36, og heilt fram til 1977 var hann at kalla fastur fúsur í B36-málinum.
Hjá HB var bert 20 ára gamli Regin Árting nú fastur málverji. Hann hevði móti endanum av '64 trokað Petur Sigurð Rasmussen av FM-liðnum, og næstu árini helt hann fast um sessin. Ein skaði helt honum tó burutr í nøkru á, men fram til 1977 var hann tó millum teirra, sum dystaðust um plássið í HB-málinum.
Nú B36 og HB aftur standa fyri sonnum gulldysti, hava vit sett teimum báðum málverjunum stevnu, har vit hugleiddu um fótbólt - bæði tá og nú. Og úrslitið av teimum báðum samrøðunum sæst á fylgjandi síðunum.