Brandar – fyrsta staklagið er komið út

“I Will Captain” er fyrsta staklagið, sum bólkurin Brandar gevur út.

Lagið er orkuríkt og dramatiskt, men við einum fólksligum løttum tóna.

 

– Teksturin lýsir lívið sum nakað stórt og fantastiskt, sum eisini hevur vandar og royndir við á leiðini. Ofta vilja vit hava stýr á øllum viðurskiftum, men mugu tó til tíðir viðurkenna, at vit ikki sjálvi røkka til, siga limirnir úr bólkinum í tíðindaskrivi.

 

– "Sonur mín, lít á meg, eg skal stýra!" Kunnu verða orð sum veita linna, troyst og vón í eini truplari støðu, siga teir.

 

 

 

Lurta eftir sanginum á hesari leinkjuni: https://bfan.link/i-will-captain

 

 

 

Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag.

 

Upptøkur, produserað og mastrað: Alvin Ellebye

 

 

 

Bólkurin er mannaður av:

 

Hans Fuglø Christiansen (forsangari, gittar og klaver)

 

Jákup Ingi Thomsen (gittar og el-gittar)

 

Steffan Klein Poulsen (gittar og ukulele)

 

Sigmund Klein Olsen (gittar og tangentar)

 

Teitur Akurstein (bass)

 

Jóhan Jacobsen (trummur)