Brandgult kort til umrøðu

- Nógv prát hevur verið um brandgula kortið, hetta kundu vit nýtt, tá reytt kort er ov nógv, og gult kort er ov lítið, sigur Collina við www.gazzetta.it.

Ætlanin við hesum kortinum er at vísa manninum út, í so langa tíð, sum dómarin heldur vera hóskandi.

 

Eisini eitt uppskot, um at hava fleiri dómarar á vøllinum varð umrøtt.

- Platini dámar hugskotið við einum eyka dómara á vøllinum, og italska fótbóltssambandið er klárt at gera royndir við hesum, men hetta er nakað dómararnir skulu avgera, sigur fyrrverandi dómarin.