Brandur: Eg eri væl fyri kropsliga nú (Video)

(Video) Hoyr samrøðu sum íslendska Støð2 hevur gjørt við Brand H. Olsen

- Eg eri sera væl fyri kropsliga nú. Orðini eigur Brandur H. Olsen, ið hevur skotið fleiri framúr dundurskot í málið hjá mótstøðuliðunum hjá FH.

Í samrøðu við íslendsku sjónvarpsstøðina, Støð2 sigur Brandur H. Olsen, at hann dugir ikki at seta orð á hví hann fyrr í hesum kappingarárinum fekk ein niðurtúr sum gjørdi, at hann endaði á beinkinum hjá FH.

Her ber til at síggja og hoyra eina samrøðu á enskum við Brand H. Olsen. Afturvið samrøðuni síggjast tey vøkru málini Brandur H. Olsen hevur skotið í pepsideildini og íslendsku steypakappingini higartil í ár:

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/9e025642-cba5-45a9-987a-39205252528b-1566506209396" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>