Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
Sunnukvøldið var Platform karmur um ein part av upptøkum til eitt sjónbandalag, sum skal gevast út saman við nýggju fløguni hjá Brandi Enni.
Frá tíðliga á morgni til seint á nátt varð arbeitt við at fáa allar upptøkurnar í kassan hjá tí føroyska filmsliðnum frá Media Music í Danmark, sum var komið til Føroya í hesum sambandi.
Høvuðspersónur var sjálvandi Brandur sjálvur, sum í sjónbandalagnum bjóðar nógv lív, eina góða søgu og ikki minst góðan og frískan tónleik.
Nógv fólk
Um 120 fólk vóru knýtt at øllum rokilsinum sunnukvøldið. Runt um beinini á hvør øðrum runnu sminkøsur, stylistar, frisørar, barrvørðar, dansigentir og nógvir, nógvir statistar.
Statistarnir vóru øll ung fólk, sum vóru funnin í onkrum av fólkaskúlunum í Havn. Hesi ungu skuldu í fleiri tímar dansa, smílast og hugna sær. Og sjálvandi gera, júst sum maðurin við mikrofonini bað tey.
Maðurin við mikrofonini var Eyðfinn Jensen, og leikstjórnaði hann øllum upptøkunum hetta kvøldið.
Onkur genta og onkur drongur vórðu eisini paraði saman til sjónbandið, men tað bilti einki. Hetta var bara stuttligt...
Tá klokkan leið móti midnátt, vóru tey flestu vorðin eitt sindur troytt og fóru heim at leggja seg. Men nøkur vóru tó eftir, og hildu tey á eina løtu afturat.
Røkka útum Føroyar
Steintór Rasmussen, stigtakari og samskipari, sigur, at endamálið er at gera eina góða fløgu, sum kann standa á jøvnum føti við eisini útlensk tónleikanøvn.
Teir flestu av teim allarbestu tónleikarunum í Føroyum hava verið við til at framleitt fløguna, og fólkini aftanfyri sjónbandalagið hava eisini sínar royndir.
- Og tá vit seta alt hetta saman við Brandi, so hava vit eitt sera gott konsept, sigur Steintór.
- Eingin sigur, at føroyskur tónleikur einans skal verða góður í Føroyum, so við hesum konseptinum gera vit eina roynd í eisini at røkka útum klettarnar. Og sjálvur meti eg, at Brandur hevur júst tað, ið skal til fyri at sláa ígjøgnum uttanlands. So vit hava góðar vónir, greiðir Steintór frá.
5. apríl
Tann 5. apríl kemur so spennandi fløgan út á marknaðin, og í hesum sambandi verður eisini skipað fyri tveimum konsertum í Norðurlandahúsinum. Tann eina verður fyri innbodnum, meðan hin verður almenn, so at øll fáa møguleikan at uppliva Brand Enni live við øllum teim nýggju løgunum av fløguni.
Fløgan kemur at innihalda tilsamans 14 sangir, harav 6 eru føroyskum og 8 á enskum máli.