Hans Vilhelm Lützen hevur lagt frá sær eftir 14 sum formaður í Havnar Ríðingarfelag.
Á aðalfundi herfyri legði formaðurin í Føroya Ríðingarfelag Hans Vilhelm Lützen frá sær. Hann hevur sitið sum formaður í fjúrtan ár og í nevndini í meira enn tjúgu ár. Hesa tíðina eru megnartøk tikin hjá rossafólkunum í Havnardali. Nógv nýggj fjós eru bygd, og risa reiðhøll er eisini komin upp at standa. Hans Vilhem hevur eisini øll árini megnað at havt ein sera skilagóðan rakstir í felagnum.
Felagið varð stovnað í 1943 og hevur áleið 300 limir. Sostatt er felagið nógv tað størsta og eisini elsta reiðfelagið í landinum.
Nýggjur formaður í Føroya Ríðingarfelag er Brandur í Dali, Brandur er frammanundan formaður í Ríðisamband Føroya og var eisini í nevndini í felagnum, áðrenn hann nú tók við sum formaður.
Nývald í nevndina var Anna Maria H. Nolsøe.
Nevndin sær nú soleiðis út:
Formaður:
Brandur í Dali
Næstformaður
Bødvar Hjartvarson
nevndarlimir:
Tummas Rubeksen
Mortan Hansen
Anna Maria H. Nolsøe
Tiltakslimir eru:
Michel Nielsen
Ingi S. Rasmussen.