Randers FC, sum hevur Brand Hendriksson Olsen í hópinum, hevur í dag koyrt venjaran, hollendska Ricardo Moniz. Samstundis hevur ítróttarstjórin, Michael Gravgaard, tikið avleiðingarnar og sagt seg sjálvan upp.
Ricardo Moniz bleiv settur á heysti í fjør, tá íslendski Olafur Kristjansson bleiv koyrdur. Tað var Olafur Kristjansson, sum stóð aftanfyri at fáa føroyska landsliðsmiðvallaran til felagið. Tað gekk felagnum illa tá. Vónin var, at Ricardo Moniz kundi venda gongdini, men tað hevur ikki eydnast.
- Vit mugu bara ásanna, at Ricardo Moniz og Randers FC ikki passa væl saman. Vit meta ikki, at Ricardo Moniz er maðurin, sum kann venda gongdini í felagnum, sigur Per Hastrup, formaður í Randers FC, í tíðindaskrivi.
Brandur Hendriksson Olsen er klárur aftur, eftir at hava sitið uttanfyri í næstan eitt heilt ár við krossbandsskaða í knænum.