Brandur skoraði og avgjørdi fyri Randers

Superligan: Brandur Hendriksson Olsen tók av møguleikanum í dag

Brandur Hendriksson Olsen skoraði í dag avgerandi málið, tá Randers FC í superliguni vann 2-1 á FC Norðsjælland. Føroyingurin bleiv skiftur inn í seinna hálvleiki.

 

Tað hevur ikki eydnast unga skálvíkinginum at vinna sær pláss á liðnum hjá Randers í ár, men hann hevur víst góðar taktir á eykaliðnum og á landsliðnum. Í dag fekk hann kjansin og tók av.

 

Miðvallarin bleiv skiftur inn við støðuni 1-1. Stutt fyri tíð fekk hann bóltin nakað til vinstru í brotsteiginum. Við góðari fyrstu nerting legði hann bóltin til rættis, og sendi hann í málið við góðum vinstrabeins sparki.

 

Við sigrinum hevur Randers eins nógv stig og Brøndby á øðrum plássi, men hevur spælt ein dyst fleiri. Brandur Hendriksson Olsen er við føroyska landsliðnum, sum í komandi viku spælir í Sveis.