Brandur er føddur og uppvaksin í Keypmannahavn. Foreldrini vóru: Margit, f. Nygaard, frá Stiklestad í Norra, og Janus Øssursson, úr Havn.
Liðugur við skúlan lærdi hann til bókbindara. Sum 21 ára gamal byrjaði hann sum yrkistónleikari og ferðaðist í Norðurlondum við sínum egna orkestri. Sjálvur spældi hann saxofon. Teir ferðaðust í Danmark, Finlandi, Svøríki og í Norra. Hetta helt á í eini tíggju ár.
Í 1957 giftist Brandur við Unnu, dóttir Helgu, f. Christiansen, ættað úr Kvívik, og Jacob Frederik Øregaard, fyrrverandi løgtings- og løgtingsformann í Norðragøtu.
Í 1965 fluttu tey til Føroya at búgva og stovnaðu sína egnu heilsølu, sum seldi ymiskar kioskvørur og umboðaðu kendu donsku Premier ísarnar. Í fyritøkuni arbeiddu eini 10 fólk, tey høvdu m.a. fleiri frystibilar, sum koyrdu við ísi.
Fyrst í 80-unum góvust tey við heilsøluni, og Brandur fekk starv sum musikklærari við Tórshavnar Kommunuskúla. Í 1988 bleiv hann settur sum leiðari av rútmisku deildini hjá Tórshavnar Musikkskúla.
Brandur skipaði fyri nógvum ymiskum tónleikatiltøkum, mest kendur er hann fyri Jazz-festivalin, sum hann skipaði fyri hvørt ár í heili 20 ár. Jazz-festivalurin hevur tilsamans hýst eini 3000 tónleikarum.
Hann hevur verið við til at mynda ein stóran part av rútmiska tónleikinum í Føroyum. Hann stóð t.d. á odda fyri Big Band, stovnaði Popp-Topp fyri ungar óroyndar tónleikarar, og Ungar Jazz-kometir.
Unna og Brandur eiga synirnar Finn og Kára. Í august 2003 fluttu Unna og Brandur til Danmarkar at búgva.
-red