Brandur syngur High School Musical

9. novembur kemur triði filmurin í røðini High School Musical í kykmyndahølini í Svøríki. Brandur Enni syngur sangin »just här, just nu« í hesum filminum. Talan er um týdningarmesta sangin í filminum

Brandur Enni hevur búð í Svøríki í eina tíð nú, og hevur fyri tað mesta skrivað sangir. Men fyri tíð síðani fekk Brandur avtalu við Disney, um at hann skuldi vera við til at syngja temasangin í nýggjast filminum í High School Musical røðini. Brandur skal syngja saman við 16 ára gomlu Molly Sandén.

- Hon var góð at arbeiða saman við. Hon hevur eina feita rødd og er bara 16 ár, sigur Brandur Enni.

Í hesum triðja filminum er bert ein sangur, ið verður umsettur til danskt og svenskt, og tí er tað serliga serligt, at brandur sleppur framat.


Disney eru tungir

Hóast Brandur er sera fegin um møguleikan at syngja fyri Disney, er hann eitt sindur vónbrotin av samstarvinum.

- Disney er eitt stívt system. Fyrst skuldi røddin góðtakast í Keypmannahavn og síðani í Los Angeles. Tað vísir seg, at mann skal syngja á ein ávísan hátt, og tað ber ikki til at flyta tónan, so hann passar best til sangaran. Eg helt sjálvur, at sangurin var nakað høgur til mína rødd, men eg mátti bara syngja hann soleiðis. Tað er eitt sindur løgi, at Disney ger soleiðis, men tað er eitt prinsipp hjá teimum haldi eg, greiðir Brandur frá.


Fegin um møguleikan

Hinvegin dylur hann ikki fyri, at hann er sera fegin, um at sleppa at syngja í einum Disney sangi.

- Tað er ikki ein og hvør, ið sleppur at syngja fyri Disney, og eg haldi tað vera so stuttligt, at tey valdu meg. Eg veit ikki í hvønn mun hetta fer at hjálpa mínari karrieru, men tað er heilt víst ikki ein vansi at hava sungið fyri Disney, fortelur Brandur.


Plátufelagið skaffaði kjansin

Brandur Enni hevur sáttmála við Lionheart, ið er dótturfelag hjá Universal Records, og tað var hetta felagið, ið gav Brandi møguleikan.

- Svenska fyritøkan, ið stendur fyri allari dubbing av filmun var á fundi við plátufelagið hjá mær. Plátufelagið spældi nakrar sangir hjá mær fyri teimum, og síðani varð eg valdur, sigur Brandur Enni.

Í samband við frumsýningina 9. novembur skulu Brandur og Molly syngja nakrar konsertir í Svøríki, samstundis sum sangurin verður vístur á Norðurlendsku Disney Channel frá fríggjadegnum.


High School Musical


Disney filmarnir High School Musical hava klára seg heilt væl kring knøttin. Fyrsti filmurin kom út í 2006, og síðani eru tveir aðrir gjørdir. Fjórði filmurin sigst eisini vera ávegis.

Filmarnir ganga fyri seg á einum skúla. Skúlin skipar fyri einum sangleiki, og síðani kappast fólk um ymisku leiklutirnar í hesum.

Filmarnir eru sum heild um at vera ungur. Evni sum happing, bólkatrýst og so framvegis verða tikin upp, og sangur fyllir heilt nógv í filmunum.

Filmarnir hava selt serstakliga væl, og fløgan við sangunum úr filmunum var mest selda fløga í USA í 2006.

Í svensku útgávuni av filminum skal Brandur Enni syngja sangin, »just här, just nu«. Hann skal syngja saman við Molly Sandén, ið eisini sang á svensku útgávuni av seinasta filminum.

Í donsku útgávuni av filminum syngja Simon Matthew, ið vann Dansk Melodi Grand Prix í ár. Saman við honum syngur Rebecca Matthew, ið er systir Simon. Hana kenna vit helst best úr bólkinum Creamy, ið Rebecca var helvtin av.