Brasil nærkast meginumfarinum

Brasil tók enn eina stóra hondbóltstjóð á bóli í dag við sigri á Russlandi

HM í hondbólti verður ofta sagt at ikki hava sama góðsku sum EM, tí at tey evropisku landsliðini eru so nógv sterkari, men hetta kann vera í ferð við at broytast.

 

Higartil í kappingini hava Suðuramerikonsku liðini, Brasil, Argentina og Kili nevnliga fingið fleiri góð úrslit, og í dag fekk Brasil enn ein sigur móti evropiskum liði.

Eftir at hava trýst Frakland í einum teprum dysti, tapti Brasil greitt móti Týsklandi. Men tað var í dystinum móti Serbia herfyri at Brasil fekk tvey tey fyrstu stigini, og í dag eydnaðist tað brasiliumonnum at basa Russland við úrslitinum 25-23 eftir 15-10 í hálvleikinum.

 

Sostatt hevur Brasil nú fýra stig eftir fýra dystir, og kann fáa tvey stig við í meginumfarið, um tað eydnast at basa Sameinda Korea í morgin.