Vónríkir brasilianskir fjepparar savnast á Times Square í New York undan HM-dystinum millum Brasil og Marokko í New Jersey. (Mynd: Vincent Carchietta/Ritzau Scanpix)

Brasil og Marokko spæla fyrsta veruliga toppdystin í HM

Brasil fer í nátt undir sína jagstran eftir nýggjum heimsmeistaraheiti, tá liðið møtir Marokko í einum av mest spennandi dystunum í bólkaspælinum.

Vónríkir brasilianskir fjepparar savnast á Times Square í New York undan HM-dystinum millum Brasil og Marokko í New Jersey. (Mynd: Vincent Carchietta/Ritzau Scanpix)

Hóast HM-endaspælið nú hevur 48 lið, er dysturin í New Jersey tann einasti í bólkaspælinum, har tvey lond úr topp-10 á heimsstyrkislistanum hjá FIFA hittast. Brasil er nummar seks, meðan Marokko er nummar sjey.

 

Væntanirnar eru sum altíð stórar til Brasil, sum hevur vunnið HM fimm ferðir. Nú er tað italski venjarin Carlo Ancelotti, sum stendur á odda fyri landsliðnum.

 

– Vit hava eitt lið, sum kann kappast við øll lið í heiminum. Tað eru vit sannførd um, sigur Ancelotti sambært AFP.

 

Brasil hevur fleiri stórar stjørnur, men liðið er eisini darvað av skaðum. Bæði Estevao og Rodrygo eru úti, og Neymar missir í minsta lagi fyrsta dystin.

 

Tí verður nógv lagt á herðarnar hjá Vinicius Junior úr Real Madrid og Raphinha úr Barcelona, sum skulu syrgja fyri álopsspælinum hjá brasilianarunum.

 

Men mótstøðan verður sterk. Marokko skrivaði søgu í HM-endaspælinum í 2022, tá liðið sum fyrsta afrikanska tjóð nakrantíð spældi seg í hálvfinaluna.

 

Nýggi marokkanski landsliðsvenjarin, Mohamed Ouahbi, gleðir seg til avbjóðingina.

 

– Hetta er ein dystur, sum fer at vísa okkum, hvar vit standa. Nógv siga, at hetta ikki er gamla Brasil, men tað er framvegis Brasil, sigur hann.

 

Dysturin millum Brasil og Marokko byrjar klokkan 23 okkara tíð.

 

 

 

Vónríkir brasilianskir fjepparar savnast á Times Square í New York undan HM-dystinum millum Brasil og Marokko í New Jersey. (Mynd: Vincent Carchietta/Ritzau Scanpix)