Brasil vann í Suðuramerika

Við tryggum 3-0 sigri á Argentina vann Brasil í nátt Copa America

Fótbóltur

 

Fyri fjórðu ferð av seinastu fimm møguligum er Brasil suðuramerikanskur meistari í fótbólti. Hetta stendur greitt, eftir at teir gulu í gjár vunnu 3-0 á arvafíggindunum úr Argentina.

Argentina vórðu annars mettir sum favorittar undan finaluni, tá tey flestu hildu, at teir høvdu sýnt besta spælið í kappingini. Men, sum so oftani áður, so gjørdist tað ikki til meira enn næstan hjá teimum bláu og hvítu.

Tað gingu bert fýra minuttir, áðrenn Brasil hevði lagt seg á odda. Julio Baptista átti fyrsu skotroyndina í dystinum, og hendan sang í meskkunum. Og tá Roberto Ayala beint fyri steðgin gjørdi sjálvmál, varð talan um tunga mótbrekku hjá Argentina.

Juan Roman Riquelme hevði fyri steðgin tvær sera vandamiklar royndir, men fyrru ferðina brast bólturin á stólpan, og seinni hevði Doni í brasilska málinum eina framúr bjarging, og so kundu teir bláu og hvítu ikki gera stórt meira.

Eftir steðgin hevði Brasil fult tamarhald á dystinum, og við 20 minuttum eftir at spæla varð sigurin staðfestur, tá Daniel Alves skoraði eftir kontra-álop.