Brasilskur spælari til B71

1.deild menn: B71 hevur gjørt sáttmála við Romulo Bosqueiro

Mynd: (B71) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Romulo Bosqueiro

B71 hevur gjørt sáttmála við brasilska Romulo Bosqueiro. Hann er verjuspælari og var við í fyrsta umfari móti Skála. Her tapti B71 2-0.

 

Til dystin móti Skála hevði B71 tveir aðrar nýggjar spælarar. Talan er um svenska Isak Tejeda og amerikanska James Drye. B71 hevur eisini gjørt sáttmála við svenska William Ankarhake, men hann var ikki við um vikuskiftið.

 

Seinnu árini hevur Tijani Mohammed spælt við B71. Hann er enn á liðnum.

 

Mynd: (B71) Karl Vidtfeldt, formaður í B71, og Romulo Bosqueiro