Breiðari vegur til Rituvíkar

Tvær ætlanir eru tøkar í sambandi við ætlanina at dagføra vegin. Tá arbeiðið einaferð verður liðugt sleppa rituvíkingar undan at koyra eftir smala og svinguta vegnum, hvørja ferð teir skulu av bygdini.

Rituvík: Ætlanirnar eru har, men spurningurin er bert, nær hetta verður gjørt.
Men fyri fólkið í Rituvík man tað kennast hugaligt, nú gongd er komin á hetta málið, sum mong teirra helst ynsktu sær at verða loyst fyri langari tíð síðani.
Hóast prosjektið til nýggja vegin er liðugt, verður einki gjørt í ár, av teirri einfaldu orsøk at eingin játtan er til arbeiðið.
Hvussu verður næsta ár, ber heldur ikki til at siga nakað um enn, so leingi sum fíggjarlógin fyri 2006 ikki er samtykt.


Eingin játtan
Fyri Landsverk er alt ein spurningur um ein skal nevna arbeiðið eina dagføring ella nýgerð av hesum vegastrekkinum.
Annað arbeiðið umfatar eina dagføring av 1200 metrum í tí 8,5 metrar breiða vegnum.
Hitt arbeiðið er at gera eina íbinding í tann vegateinin, sum longu er gjørdur omanfyri bygdina.
Prosjektið til tann nýggja vegin er gjørt, men arbeiðið fer neyvan í gongd í ár.
-Eingin játtan er til vegagerðina í ár, og tí er enn óvist, nær arbeiðið verður gjørt, sigur Landsverk.