– Eg má viðganga, at tað undrar okkum, at tað verður funnist so hvassliga at okkum, tí at gjøldini, Strandferðslan skal rinda til Tórshavnar Havn, nú eru hækkað.
Tað sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari í Havn.
Hann sigur, at hetta er nakað, Strandferðslan og samferðslumálaráðið hjá landsstýrinun átti at vita av, tí broytingin byggir á eina avtalu, sum er 12 ára gomul.
Tórshavnar Kommuna hevur verið fyri hørðum atfinningum frá Henriki Old, landssýrismanni, tí at gjøldini, Strandferðslan skal rinda fyri at brúka Tórshavnar Havn, eru hækkað.
Les eisini: Siglingin til Nólsoyar verður nú skerd
Men Jónsvein Lamhauge sigur, at tað var longu í 2005, at Tórshavnar Havn, og Strandferðslan gjørdu eina avtalu um gjøld, og í henni varð avtalað, hvussu havna- og brúgvagjøldini skuldu broytast, alt eftir, hvussu prísgongdin í samfelagnum var og, hvussu gongdin í flutninginum av ferðafólki, bilum, og treylarum, var.
– Og hækkingin, sum nú er sett í verk, er púrasta grundað á hesa avtaluna, sigur Jónsvein Lamhauge.
Hann sigur, at tískil eru prísirnir hækkaðir í ár – men í fjør lækkaðu teir 66.000 krónur, leggur hann afturat.
Hann sigur, at skulu prísirnir broytast, er tað neyðugt at gera eina nýggja avtalu ímillum Tórshavnar Havn og Stranferðsluna.
Les eisini: Hetta kann eg slett ikki góðtaka
Henrik Old fýlist eisini á, at havnagjøldini í Tórshavnar Kommunu, eru munandi hægri enn tey í Klaksvík, har Strandferðslan eisini hevur skip liggjandi.
Jónsvein Lamhauge sigur, at ein forkláring kann vera, at Tórshavnar Havn stendur sjálv fyri allari havnabygging í Havn og fyri útreiðslunum at halda havnalagið. Men í Klaksvíkar Kommunu, er havnin í Syðradali ein landshavn, sum kommunan onga ábyrgd hevur av.
– Tað er í hvussu so er ein fortreyt, sum er heilt øðrvísi, og sum sæst aftur í prísinum. Um aðrir munir eru, sum eisini broyta fortreytirnar, veit eg ikki, sigur havnameistarin.
Jónsvein Lamhauge sigur, at tá ið avtalan varð gjørd ímillum Tórshavnar Havn og Strandferðsluna í 2005, var útgangsstøðið, at Strandferðslan skuldi rinda 14 krónur fyri hvønn treylara, átta krónur fyri hvønn persónbil og tvær krónur fyri hvørt ferðafólk. Harumframt rinda skipini so havna- og brúgvagjøld.
Havnameistarin sigur, at gjøldini hjá Strandferðsluni eru so flutt upp og niður, alt eftir gongdini í prístalinum og talinum á ferðafólki, talinum á bilum og talinum á treylarum.
– At hækkingin verður sett í verk mitt í einum árið, er tí at tað er ikki fyrrenn nakað út á árið, at vit kenna gongdina í prístalinum, og talið á ferðafólki og bilum, sum Strandferðslan flytir.
Eftir nýggjastu hækkingini, kostar hvør treylari 16,18 krónur, hvør persónbilur kostar 9,25 krónur og hvørt fólk kostar 2,31 krónur. Fyri Ternuna er talan um eina hækking á 24.000 krónur og fyri Smyril er talan um eina hækking upp á 136.000 krónur
Men harafturat hækkar havnagjaldið. Hjá Ternuni hækkar havnagjaldið 13.700 krónur um árið, og verður nú 610.000 krónur um árið og fyri Smyril hækkar tað 66.000 um árið og kemur upp á 2,9 milliónir.
Men Jónsvein Lamhauge leggur dent á, at talan er altso ikki um nakra hækking, men um eina vanliga regulering eftir avtaluni frá 2005 – og í fjør lækkaði gjaldið altso 66.000 krónur.
Ein stórur partur av hækkingini, sum nú er sett í verk, er grundað á, at ferðafólkatalið er hækkað, og somuleiðis talið á bilum. Og tað er eitt sindur óskiljandi, at Strandferðslan skal brúka eina hækking í ferðafólkatali og bilatalið sum forkláring upp á at skerja í ferðafólkatalinum og skerja túratalið.
– Tað er ikki so, at tað bara eru útreiðslurnar sum hækka, tí tað gera inntøkurnar hjá Strandferðsluna eisini, sigur havnameistarin.