Breiðablik og Maccabi Tel Aviv mugu spæla hósdagin klokkan 13

Frosturin er farin ov illa við Laugardalsvøllinum, og tí má dysturin hjá Breiðablik móti Maccabi Tel Aviv spælast í Kópavogi klokkan 13 í morgin

UEFA-umboðsmaðurin hevur kolldømt Laugardalsvøllin í Reykjavík, har Breiðablik, ið hevði Klæmint A. Olsen í sínum hópi fyrr í ár eftir røttum skuldi spæla dyst móti Maccabi Tel Aviv í Europa Conference League í morgin klokkan 17.45.

 

Sagt verður eisini frá frosti, og tí hevur UEFA flutt dystin millum Breiðablik og Maccabi Tel Aviv til Kópavogsvøllin, ið er vanligi leikvøllurin hjá Breiðablik.

 

Men á Kópavogsvøllinum eru ikki altjóða góðkend ljós, so dysturin er settur at byrja longu klokkan 13 hósdagin.

 

Maccabi Tel Aviv hevur mótmælt flytingini, tí teir vilja ikki spæla á einum graslíkisvølli. Men UEFA stendur við sítt, og tað stendur rimmarfast, at dysturin verður leiktur á Kópavogsvøllinum klokkan 13 í morgin.

 

Tað er trýst á báðum liðunum. Breiðablik hevur einki stig fingið í fýra dystum í bólki B, samstundis sum KÍ hevur fingið fýra stig í bólki A.  Maccabi hevur níggju stig og stríðist samstundis fyri at vinna bólkin í harðari kapping við Gent, ið hevur 10 stig.

 

Breiðablik endar kappingina við dysti móti ukrainska liðnum, Zorya Luhansk á útivølli 14. desember.