Breiddin bar í eina góða løtu

Europa Cup: Hóast teir enn eina ferð taptu stórt, so halda klaksvíkingar seg síggja glottar í avrikinum hóskvøldið

Tað var bara á pappírinum, at KÍ hevði nakran møguleika, tá teir hóskvøldið fóru á nærum fullsetta stadion í Graz í Eysturríki. Og her verður bæði hugsað um møguleikan at koma víðari í kappingini og eisini um møguleikan at vinna dystin.

Grazer AK vann 4-0, og tað var á leið tað, sum roknast kundi við frammanundan. Fyrra umfarið kom einki mál, og tá spælararnir fóru av vøllinum, kom tað týðuliga til sjóndar, at gongdin hevði ikki verið tann, sum áskoðararnir ? ivaleyst við úrslitinum í Føroyum í huga ? høvdu roknað við. Tað var ein øgilig bríkslan og geipan eftir heimaliðnum, og í 2. hálvleiki syrgdu heimamenninir fyri, at málini komu.

Tað kom hol á, tá seinna umfarið bara var tveir minuttir gamalt. Innleggið kom úr vinstru, og eftir eitt sindur av aftur og fram og miseydnaða roynd móti málinum og miseydnaða roynd at sparka burtur, fór bólturin í málið.

Igor Panic, sum er stórur, sterkur, skjótur og góður við bóltinum, verður mettur at vera stóra álopsstjørnan hjá Grazer AK. Hann var ikki við í Føroyum, tí hann var skaddur. Hesa ferð var hann á liðnum, men hann fekk stutt sagt einki burturúr. Tí syrgdi Pazek fyri. Áskoðararnir vóru ikki fegnir, og talan var um eyðmyking, tá stjørnuspælarin varð tikin av vøllinum. Inn í staðin kom Benedicht Akwuegbu, sum var sera eyðsýndur á Svangaskarði. Hann spældi framúr væl og var við í málunum, sum Grazer fekk síðsta stóra korterið.

28 minuttir vóru farnir, tá hann krúllaði fleiri mótstøðumenn av og setti framvið Stephen Boyle, ið hevði havt lítið at gera í fyrra umfarinum, sjey minuttir seinni kom innleggið, sum við handara stólpan var fluktað í netið, úr vinstru, og stutt undan leikloki var málskjúttin púra leysur, tá hann skoraði.


Nýtt fólk

Tony Paris hevði broytt til 3-5-2. Hesa ferð var Marek í miðverjuni saman við Pazek og Jan Andreassen, Harley og Heðin á Lakjuni vóru kantspælarar, Eyðun Klakkstein var framrættaður miðvallari saman við Rógva Jacobsen og verjukenda leiklutin hevði liðformaðurin Jan Joensen. Í álopinum vóru Arnold Joensen og so Olgar Danielsen, toppskjúttin hjá KÍ í Europa Cup, sum var við fyri fyrstu ferð í langa tíð.

Sum vit søgdu fyrr í vikuni so hugsaðu klaksvíkingar nógv um spennandi landskappingina, meðan teir vóru í Eysturríki, og við tí í huga halda teir tað vera hugaligt, at tað í 1. hálvleiki hekk væl saman, sjálvt um týdningarmiklir spælarar sum John Ryan og Jan Allan Müller ikki vóru við. At tað eru spælarar, sum kunnu verða skiftir inn á liðið, uttan at liðið verður veikari, fer ivaleyst at koma væl við.

Í 1. hálvleiki riggaði verjuparturin sera væl, meðan tað í 2. hálvleiki var eitt sindur leysari, helst tí alt liðið í royndini at fáa mál flutti longri fram. Harley Bertholdsen hevði eftir hornaspark í 1. hálvleiki eitt gott skot, sum í síðstu løtu varð blokerað, og Rógvi Jacobsen hevði góða langskotsroynd.

Tíggju minuttir undan leikloki kom Finn Baldvinsson á vøllin fyri Olgar Danielsen. Umframt Finn og skadda John Ryan var bar Ove Nysted útispælari á beinkinum. Tveir eykamálverjar ? Gunnar á Steig og Meinhardt Joensen ? vóru eisini á beinkinum.

KÍ-liðið: Stephen Boyle ? Andzrey Pacek, Jan Andreasen, Marek Vierzbicki ? Harley Bertholdsen, Eyðun Klakkstein, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni ? Arnold Joensen, Olgar Danielsen (Finn Baldvinsson, 79.)