Breivik: Eg drap í sjálvverju

Tá rættarmálið ímóti norska hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik byrjar mánadagin, fara verjar hansara at boða frá, at tá Breivik drap 77 fólk tann 22. juli í fjør, gjørdi hann tað í sjálvverju. Teir fara tí at krevja, at hann verður fríkendur.

Tað sigur verjin Geir Lippestad (myndin) við Dagbladet.

-Vit noyðast at gera tað, sum hann vil hava okkum at gera, sigur Lippestad við blaðið.

Anders Behring Breivik heldur uppá, at tað, sum hann gjørdi seinasta summar, var neyðugt til tess at forða fyri, at tað norska samfelagið skal ganga til grundar.